Lutakastið í Nyon í gjár lagaði seg soleiðis, at KÍ skal spæla fyrra dystin á útivølli í Svøríki. Hesin dysturin verður leygardagin 23. juni. Leygardagin 30. juni spælir KÍ so á heimavølli. Mótstøðuliðið hjá KÍ verður Hammarby, sum endaði sum nummar trý í svensku kappingini í fjør. Hammarby er eitt av feløgunum í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm. Allsvenskan er júst byrjað aftur, og tvey umfør eru spæld higartil. Hammarby hevur vunnið ein dyst og spælt ein javnan. Hammarby hevur eitt ungt lið, sum tann bert 33 ára gamli Tony Gustavsson er venjari hjá.










