Nú er tað greitt, at KÍ hóskvøldið um eina viku skal spæla í Írlandi.
Í kvøld var írska liðið Dundalk í Moldova og spældi ímóti FC Sheriff Tiraspol. Liðini dystaðust um rættin á heimavølli at hitta KÍ.
Tað var tætt og spennandi. Eftir longda leiktíð var støðan 1-1, og so var tað neyðugt við brotssparkskapping. Ta kappingina vann írska liðið, sum umsetti øll fimm brotsspørkini til mál, meðan heimaliðið misnýtti annað sparkið, tá ið írski málverjin bjargaði, og ikki avgreiddi fimta sparkið, tá ið støðan var 5-3.
Tað var longu undan dystunum hóskvøldið greitt, at vinnarin av dystinum millum KÍ og Dinamo Tbilisi í næstu viku skuldi spæla á útivølli. Nú er tað greitt, at tað verður í Írlandi um eina viku, at tað verður avgjørt, um KÍ skal halda fram í bólkaspælinum í Europa League ella ikki.
Skráin fyri Betrideildina sigur, at KÍ skal spæla ímóti AB í Klaksvík sunnudagin og fríggjakvøldið um eina viku á útivølli ímóti Víkingi. Dysturin í Sarpugerði er útsettur til seinni, og dysturin í Klaksvík ímóti AB er útsettur til mánakvøldið.
Um tað verður, sum teir í Klaksvík vilja, so verður dysturin ímóti AB útsettur til seinni.
-Fyri fyrireikingarnar hjá okkum undan avgerandi dystinum um at sleppa í bólkaspælið, sum verður í Írlandi hóskvøldið, hevði tað verið best, um vit ikki høvdu aðrar uppgávur at hugsa um, og at dysturin ímóti AB harvið varð útsettur, men nú fara vit at tosa um hetta, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.