Tað eru tvey lið á aldukambinum, sum bresta saman. KÍ og Víkingur fara sjáldan stigaleys av vøllinum. Men meðan KÍ bara hevur mist stig í einum av ellivu teimum seinastu umførunum, so hevur tað kostað nógv hjá Víkingi síðani 1-0 tapið á heimavølli ímóti KÍ í Fuglafirði, at tað bara hevur eydnast at vinna tvær ferðir, meðan tað fýra ferðir er endað við javnleiki.
Higartil í ár hevur KÍ ikki spælt á heimavølli ímóti trimum teimum fremstu kappingarneytunum – EB/Streymi, Víkingi og ÍF. Tvey tey næstu í røðini – B36 og HB – hava verið í Klaksvík, og tá royndist tað ikki so væl hjá KÍ, sum tapti ímóti B36 og spældi javnt ímóti HB.
Hetta var tíðliga í kappingini, og síðani er nógv vatn runnið í ánni. Sjálvsálitið og yvirskotið, sum eitt nú sæst í, at tað er rár hending, at gul kort verða víst KÍ spælarunum, hevur borið teir bláu upp á toppin, og nú skal støðan verjast á heimavølli, har áskoðarafjøldin í kvøld ivaleyst verður størri, enn hon hevur verið nakrantíð nógvu tey undanfarnu árini.
Tað verður pinnpakkað kring vøllin í Klaksvík í kvøld, eisini tí Víkingur eigur sera trúfasta áskoðarafjøld, og tí talan er um grannauppgerð.
Klaksvíkingar hava seinastu ferðirnar víst seg at vera alt tryggari við bóltinum, og teir arbeiða øgiligt og flyta eg nógv fyri hvørjum øðrum. Allir KÍ spælararnir eru tøkir. At tað er kapping um plássini sást ikki minst síðsta sunnudag í stórsigrinum á útivølli ímóti TB, tá ið Heðin Klakstein var nýggjur ímillum teir fyrstu ellivu og skoraði, og tá ið Ivan Joensen í 2. hálvleiki avloysti á miðvøllinum og var ein av seks málskjúttum.
Hjá Víkingi kemur tað illa við, at liðformaðurin og miðverjin Atli Gregersen framvegis er leikbannaður, og at vongverjin í høgru, Bárður Hansen, eisini er leikbannaður.
Merkisvert er tað eisini, at Filip Djordjevic, sum inntil fyri lítlari viku síðani var KÍ spælari, nú umboðar Víking. Í Klaksvík halda teir tað ikki hava so stóran týdning fyri teirra lið, at Djordjevic er fluttur til grannarnar. Víkingur hevur ikki spælt síðani summarsteðgin, og tí verður tað ikki fyrrenn í kvøld, at tað verður møguleiki at meta um, hvønn týdning tað hevur fyri teir ljósabláu, at serbiski spælarin nú umboðar teir.