KÍ skal gera upp við tað farna

Fimm tey seinastu árini hevur HB vunnið fulla úrtøku á heimavølli ímóti KÍ við samantalda málmuninum 17-3!

Ein av størstu møguligu snávingarsteinunum hjá toppliðnum KÍ fram ímóti fyrsta meistaraheitinum í seytjan ár bíðar í Gundadali seinnapartin.

Fyrr í ár vann HB sannførandi 4-2 heimasigur á KÍ, og tølini siga, at tað hevur verið tungt hjá KÍ á útivølli ímóti HB seinastu fimm árini. Í 2012 vann HB 5-0, í 2013 vann HB 3-0, í 2014 vann HB 2-0 og í fjør vann HB 3-1. Samantalt hevur úrtøkan fimm tey seinastsu árini verið fimm HB sigrar við samantalt 17-3 málmuni!

Í ár hittast javnaldrarnir tvær ferðir í Gundadali. Tað hava teir ikki gjørt síðani 2011, tá ið HB leingi var í niðuflytingarvanda og endaði á áttanda plássi. KÍ endaði á fimta plássi í 2011, og tá eydnaðist tað klaksvíkingum at vinna tvær ferðir á HB í Gundadali – 4-1 og 3-1.

 

Mikukvøldið vandi KÍ á Tórsvølli. Tað er liður í fyrireikingunum til steypafinaluna leygardagin 27. august. Seinnapartin skal KÍ á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti HB, og klaksvíkingar undirstrika, at nú hava teir bara fokus á hesi avbjóðingina.

-Tað er øgiliga nógv fótbóltsprát her norðuri, og vit eru spentir. Venjingarnar hava gingið væl, og vit eru á veg í Gundadal við tí í huga at vinna fulla úrtøku. Vit eru greiðir yvir, at hetta er ein av fleiri stórum avbjóðingum fram ímóti kappingarenda, og at tað skal vera fult fokus, góður hugburður og at nógv arbeiði krevst, um tað skal eydnast, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør.

Páll A. Klettskarð, sum hevur verið ein tann stinnasti higartil í ár, hevur ikki vant við fullari ferð í hesi vikuni:

-Páll hevur trupulleikar í hælsinuni. Hann er sera týdningarmikil, og vit vóna, at hann verður tøkur, sigur Hjalgrím Elttør.

Mayowa Oladele Alli hevur orsaka av skaða ikki verið við tær seinastu ferðirnar. Hann hevur vant við fullari ferð í vikuni, og tí verður hann á KÍ liðnum ídag.

 

HB vann í triðja umfari 4-2 á heimavølli ímóti KÍ, og sjálvsálitið er stórt í Gundadali, eftir at úrtøkan fimm tær seinastu ferðirnar er fimtan stig við málmuninum 12-2.

-Vit gleða okkum at fáa vitjan av KÍ, sum saman við Víkingi og NSÍ kappast um FM. Hjá okkum er setningurin at halda tørn um fjórða plássið. Teir, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur. Harvið er kapping um plássini, og tað hevur týdning at hava gott fólk á beinkinum. Um tað skal eydnast okkum at gera nakað við klaksvíkingar, so skulu vit vera púra klárir frá fyrsta bríksli, staðfestir HB venjarin Jan C. Dam.

Tróndur Jensen er tøkur aftur eftir leikbann.