Rættuligur spenningur hevur tikið seg upp í politiska heiminum í Føroyum síðani fullveldisætlanin hjá landsstýrinum miseydnaðist fyri viku síðani.
Týsdagin kom spenningurin í hæddina, tá løgmaður eftir ein rættuliga harðan landsstýrisfund boðaði frá í útvapinum, at leisturin, sum landsstýrið hevur arbeitt eftir, har suveriniteturin her og nú er ovasta málið, er ikki nakað, sum politiskt og innan tíðarkarmarnar førir á mál. Tí boðaði hann frá, at landsstýrið hevur lagt ætlanina á hillina.
Men Høgni Hoydal staðfesti fyri Sosialinum beint eftir tíðindini, at landsstýrið framvegis arbeiðir eftir teimum løgtingssamtyktum, sum fyriliggja í fullveldismálinum, og at hann hevði gjørt nøkur uppskot, sum nú skulu viðgerast í landsstýrinum. Varaløgmaður vildi kortini ikki gera beinleiðis viðmerkingar til innslagið.
Viðgjørt støðuna
Síðani hava ting- og landsstýrismanningarnar hjá bæði Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum havt fund um støðuna. Fólkaflokkurin er eftir fundin púra samdur um, at fullveldisætlanin er miseyndað. Flokkurin vil í staðin hava eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark.
Tjóðveldisflokkurin viðgjørdi eisini støðuna á sínum vikuliga fundi týskvøldið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, vil ikki siga nakað annað alment um fundin, enn at ørkymlandi støðan í Føroyum eftir samráðingarnar hóskvøldið varð væl og virðiliga viðgjørd á fundinum.
? Eg havi ongar viðmerkingar til ítøkiligu støðuna beint nú. Men eg kann tó staðfesta, at vit hava fingið eitt paratapolitiskt spæl seinastu dagarnar, har flokkarnir eru farnir at melda út hvør sær.
? Tað er ógvuliga umráðandi, at samgongan meldar út í felag, og tað fara vit at gera hósdagin, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal vísir á, at orsøkin til,at partapolitiska spælið hevur tikið seg upp er, at støðan er vorðin so ørkymlandi, at baklondini hjá samgonguflokkunum eru farin at melda út hvør í sínum lagi, uttan at hava tosað saman frammanundan. Men hann vísir á, at hetta ikki merkir, at partarnir eru ósamdir.
Grundleggjandi ósemja
Hóast Høgni Hoydal staðfestir, at samgongan stendur væl og virðiliga saman, er nógv, ið bendir á, at ein grundleggjandi ósemja hevur tikið seg upp ímillum teir báðar størstu flokkarnar í samgonguni, nevniliga Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Tøgn er í landsstýrinum til í kvøld, tá landsstýrið skal koma við eini felags útsøgn. Men vóru partarnir heilt samdir, var ikki neyðugt at brúka tveir dagar til at finna felags útsøgnina. Líkt er til, at flokkarnir vilja brúka tíðina fram til í kvøld at vita, um tað veruliga ber til at finna saman um eina loysn.
Ítøkiliga støðan er, at Fólkaflokkurin vil hava eina nýggja skipan við Danmark, sum í fyrsta umfari merkir, at vit verða verðandi í ríkisfelagsskapinum í nøkur ár afturat. Hetta góðtekur Tjóðveldisflokkurin, sum hevur sum aðalmál at koma út úr ríkisfelagsskapinum, ikki.
Tá ið løgmaður varð spurdur í sjónvarpinum týsdagin, um samgongan er samd, svaraði hann, at tað er ov tíðliga at siga enn.
- Talan er um eina heila tilgongd, og hon er nakað øðrvísi enn hon, vit hava arbeitt eftir higartil, segði løgmaður.
Í somu tíðindasending staðfesti Høgni Hoydal, at øll sjálvstýrisuppskot higartil eru komin úr hansara penni, og tað fara tey eisini at gera í framtíðini.
Fólkaflokkurin fer ikki at víkja frá síni ætlan. Løgmaður hevur ásannað, at tað ikki kemst víðari, uttan sjálvt kravið um fullveldi fyribils verður útsett. Tað er løgmaður, ið er samgonguleiðari, og hann ætlar at halda fast við sítt. Skal ein semja finnast, má Tjóðveldisflokkurin bakka.
Partarnir skuldu hittast at viðgera støðuna seinnapartin í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar.
Fýra møguleikar
Síðani tað var greitt, at fullveldisætlanin í verandi líki er miseynað, hevur nógv samband verið millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin handan politisku leiktjøldini. Tí er møguleiki fyri, at loysnin á fullveldismálinum verður ein loysn, har Javnaðarflokkurin er við.
Tað ber í veruleikanum til at hugsa sær fýra loysnir á ósemjuni í samgonguni.
Fyrsta og mest sannlíka loysnin er, at tað eydnast samgonguni at gerast samd um eina felags loysn.
Ein onnur loysn er, at tað eydast samgonguni at broyta uppskotið soleiðis, at Javnaðarflokkurin antin kann koma upp í samgonguna ella gerast stuðulsflokkur hjá samgonguni. Hetta er ein loysn, ið hevði tryggjað meiriluta við eina fólkaatkvøðu.
Ein triðji møguleiki er, at tað ikki eydnast Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum at semjast, og at Tjóðveldisflokkurin tískil fer úr samgonguni. Síðani verður ein nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Eisini kann hugsast, at Javnaðarflokkurin fer at seta sum krav, at Sambandsflokkurin skal við í eina slíka samgongu, og tí er ein fjóðri møguleiki fyri at fáa eina breiða og sterka samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Hvørja leið tað ber, fáa vit nærri at vita, tá landsstýrið í kvøld kemur við einari útmelding. Verður útmeldingin frá landsstýrinum ein loysn, ið andstøðuflokkarnir á ein ella annan hátt kunnu taka undir við, er hugsandi, at teir fara at taka uppskotið um nýval, sum teir hava lagt fyri tingið, aftur. Verður talan um eina loysn, teir ikki taka undir við, fara teir uttan iva at halda fast við uppskotið.