Um tvær til tríggjar vikur letur Kósin í Klaksvík upp. JFK og Føroya Banki hava skrivað undir avtalu, so JFK yvirtekur Kósavirkið Kósin hevur ligið still í langa tíð, men sambært Norðlýsinum letur hon uppaftur um tvær til tríggjar vikur.
- Vit eru sera spentir, og vit halda, at vit við samarbeiðispartnarum okkara hava fingið eitt sera áhugavert og sterkt toymi at reka Kósina, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, við Norðlýsið.
Við í ætlanini eru millum onnur Føroyagrunnurin.
Sum Sosialurin skrivaði í gjár, so fara tvey pør av partrolarum at landa til Kósina.
Christian í Grótinum eigur annað parið og Christophersen í Vestmanna eigur hitt parið.










