Kósin gav betri prís fyri upsa

Vestmenningur og Fram hava gjørt ein góðan upsatúr. Teir vóru inni í gjár við tilsamans 450.000 pundum av góðum upsa, sum teir høvdu fingið á Munkagrunninum. Faroe Seafood í Vestmanna keypti veiðina hjá Vestmenningi fyri 6,50 krónur fyri kilo, og Kósavirkið keypti veiðina hjá Fram fyri 6,75 krónur fyri kilo.

Soleiðis fekk Fram betri prís í Klaksvík enn Vestmenningur fekk í Vestmanna.

Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at fiskurin hjá skipunum var góður, meginparturin var 2-arar og 3-arar.

Vestmenningur og Fram loystu hendan fyrsta túrin í árinum eftir midnátt 2. januar.

Umleið 20 mans eru knýttir at vestmannatrolarunum.