Kósin farin í gjaldssteðg

Skiftirætturin hevur í dag fingið boð um, at Kósavirkið er farið í gjaldssteðg Hesum hevur Jóhan Páll Joensen fyri løtu síðani boðað frá í tíðindaskrivi.

- Kreditorar felagsins verða í hesum sambandi kallaðir til fund í Skiftirættinum 7. januar 2009, klokkan 13.15. Skiftirætturin hevur útnevnt Christian Andreasen advokat at hava eftirlitið við gjaldsteðginum.

- Nevnd og leiðsla fyri P/F Kósina arbeiða framvegis við eini ætlan um rekonstruktión av felagnum. Samráðingar fara í løtuni fram við stóru kreditorar felagsins og arbeitt verður eisini við eini ætlan at útvega felagnum skip, soleiðis at virkinum verður tryggjað neyðugu rávøruna, verður sagt í tíðindaskrivinum.