Kósin: Fara til arbeiðis nú klokkan 7

FISKAARBEIÐI: Tað verður ikki nógv ólavsøka hjá arbeiðsfólkunum, sum eru knýtt at flakavirkinum á Kósini í Klaksvík.

Nógvur fiskur er at arbeiða undan, og tí verður farið til arbeiðis klokkan 7 í morgun.

- Ja, nógvur fiskur er her, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari við Norðlýsið.

Hann leggur aftrat, at ólavsøkudagur er ikki frídagur hjá Klaksvíkar Arbeiðarafelagi, men er at rokna sum vanligur arbeiðsdagur.

Við blaðið sigur Fríðin, at tey sum ynsktu at fáa frí, tey fingu frí. Tað var hinvegin heldur ikki nakar trupulleiki at fáa fólk til at arbeiða sjálvan ólavsøkudag.

- Vit fara væntandi at arbeiða til klokkan 18 í kvøld, upplýsti hann fyri blaðnum.

(Mynd: portofklaksvik.com)