Fótbóltur
Eftir at KÍ í vetur hevði valt nýggja fótbóltsnevnd, og eftir at hendan hevði umskipað, seg varð greitt, at nýggj andlit fóru at tekna felagið á hesum øki.
Nýggjru formaður í fótbóltsnevndini er Karl Birgir Isaksen, og einki er at ivast í, hann hevur sína hugsan um, hvussu fótbólturin skal skipast á peningaliga økinum.
Misnøgd
Tað eru jú nógv fótbóltsáhugað, sum hava bitið merki í, at KÍ í vetur hevur verið fyri stórari frágongd, og tí eru kanska fleiri av teirri fatan, at felagið framyvir verður skipað eftir øðrum leisti. Soleiðis er eisini, og tað er eisini ein avgjørdur fótbóltsformaður, sum svarar, tá vit seta honum spurningin.
- Eg trúgvi, at føroyskur fótbóltur í løtuni er á einum vegamóti. Tá alt hetta byrjaði, hevði eg mína hugsan um professionella-, hálvprofessionella- ella hvat vit skulu kalla tað -fótbóltin.
- Tað hevur eisini víst seg, at misnøgd og hugsan um pening hevur fingið alt meira at siga, heldur enn at tað hevur verið hugurin, sum hevur drivið verkið.
Spurdur um hann við misnøgd meinar við øvund millum leikarar, svarar hann, at tað er júst hetta, sum hendir. At leikarar kanska gerast firtnir um, at síðumaðurin fær eina nógv størri samsýning fyri at spæla.
- Hetta hevur eftir mínari fatan ikki verið føroyskum fótbólti at gagni. Heldur øvugt.
Hava hugin aftur
Nýggi leisturin, sum KÍ fer at arbeiða eftir, miðjar í stóran mun júst eftir at koma burtur frá hesari misnøgdini, sum hevur verið.
Í hesum sambandi leggur Karl Birgir dent á, at tað framvegis eru nógvir leikarar, sum spæla fótbólt av berum áhuga, og sum kanska eisini halda fast við eitt felag, sum teir eru góðir við.
- Tað er meira hendan vegin vit vilja ganga. At hava leikarar, sum veruliga vilja spæla við felagnum, og ikki bara við tí felagnum, sum hevur størstu peningaupphæddina at bjóða teimum.
Sjálvur er hann greiður um, at KÍ partvíst eisini hevur verið við til at byrja táttin við peningafótbólti, men tann leisturin, sum hevur verið nýttur, er so ikki hin rætti sigur hann.
- Tær upphæddir, sum í dag eru at hoyra í føroyskum fótbólti eru ørandi, og hesum eru vit so als ikki sinnaðir at vera við í, sigur formðaurin. Hann sipar við hesum til slatrið, sum er at hoyra, har spælarar skulu fáa bæði tveyhundrað- og trýhundraðtúsund krónur um árið frá feløgunum.
-Eg haldi eisini, at tey feløg sum byrjaðu við hesum, HB, B36 og KÍ, nú duga at síggja, at hetta ikki er nøkur gongd leið. Í dag eru tað kanska serliga B68, NSÍ og VB, sum gera um seg, men hetta setir nógv á feløgini, og eg rokni ikki við, at hetta fer at bera til í longdini. Feløgini eru snøgt sagt noydd at taka í egnan barm, so tey ikki spenna bogan alt ov hart.
Útlendingarnir
Eisini tykist Karl Birgir avgjørdur, tá tosið fellur inn á útlendsku leikararnar, sum ofta fyri munandi samsýning, spæla við í føroysku feløgunum.
- Sum so havi eg einki ímóti, at útlendingar eru við í føroyskum fótbólti, og teir kunnu eisini styrkja um liðini. Tað má bara ikki verða so, at ein útlendingur sleppur á liðið, av teirri orsøk at hann er útlendskur. Heldur skal hetta vera í kapping við føroyskar leikarar.
- Eg dugi væl at síggja, at hjá fleiri feløgum ? serliga teimum smærri ? er hetta neyðugt, tí fólkagrundarlagið ikki er nóg stórt, men hetta má ikki henda, kostað upp á føroyskar leikarar.
Í minni mun
Hóast hann sostatt hevur lagt eina nýggja kós hjá KÍ, so verður fótbólturin í Norðoyggjum tó ikki heilt uttan pening.
- Pengar verða framvegis við í spælinum, men í nógv minni lut, og við einum javnari býti ímillum leikararnar.
- Tað verður framyvir soleiðis, at ein føst upphædd verður avsett til fyrstudeildarhópin, og so verður hendan javnt býtt millum leikararnar. Onkur vildi kanska hildið, at hetta er órættvíst, tí summir leikarar eru betri enn aðrir, men hetta er so tað, sum vit hava valt at gjørt. Er onkur leikari, sum er somikið góður, at hann hevur uppiborið meira, ber aloftast til hjá hesum at koma út um landoddarnar at liva av fótbóltinum, og tað fáa vit einki gjørt við.
Sum nevnt í byrjanini av greinini, so hevur KÍ havt eina stóra frágongd í vetur, men hóast hetta, so hevur nýggir formaðurin í fótbóltsdeildini góðar vónir um komandi árið.
- At leikarar fara burtur frá vil altíð henda, og eru tað aloftast fleiri orsøkir til hetta. Onkur vil kanska hava nýggjar avbjóðingar eftir fleiri ár í sama felag, og heusm ynskja vit teimum góða eydnu við. Teir vita eisini, at teir altíð eru væl komnir aftur í felagið, fáa teir hug til tað, sigur Karl Birgir.
- Hjá øðrum er tað kanska skúlagongd, sum ger, at teir mugu flyta til miðstaðarøkið, og hetta er eisini væl skiljandi. Tað er í øllum førum sera trupult at spæla fótbólt í Klaksvík, um tú samstundis gongur í skúla í eitt nú Havn. Har eigur skúlin at verða tikin fram um fótbóltin.
- Hinvegin eri eg vísur í, at vit hava fleiri leikarar, sum eru til reiðar at taka arvin yvir eftir teimum gomlu. Tað ber illa til at seta nøvn á, hvørjar leikarar vit koma at síggja komandi árini, men Klaksvíkin hevur altíð alt nógvar góðar leikarar, og tað ivist eg heldur ikki í, eisini fer at henda komandi árini.
- Vit minnast øll til 1991, tá eitt heilt lið varð skift út. Tað ferðina endaðu gullmerkini í Klaksvík, so at tað ber til, er einki at ivast í. Hetta skal tó ikki verða nýtt til at leggja trýst á nýggju leikararnar, men tað sýnir, at vit als einki hava at vera bangin um í so máta. Eg eri vísur í, at KÍ longu í ár aftur fer at fóta sær í bestu deildini, sigur Karl Birgir Isaksen at enda.