Kósalagna heilt nær

Eftir øllum at døma verður ikki leingi, til greiða fæst á, um Hanus Hansen megnar at finna fígging til Kósina í Klaksvík. Føroyagrunnurin og Norðoyagrunnurin hava fingið umsóknir til fígging, men enn hevur hvørgin grunnur tikið støðu. Tó verða umsóknirnar viðgjørdar skjótt

Føroyagrunnurin hevur gjørt sína skyldu í fiskivinnuni, og fer tí ikki at vera við til eina endurreisn av Kósini.

Hetta vóru boðini í novemburmánaði í fjør, eftir at Maru Seafood var farið í gjaldsteðg við virkinum.

Nú kundi meira enn so hent seg, at Føroyagrunnurin, sum hevur eitt av endamálunum at eiga pening í JFK, kúvendir í hesum máli.

Ein umsókn um fígging frá nevniliga JFK liggur nevniliga hjá nevndini um at vera við til at endurreisa Kósina, og hóast tað ikki ber til at røkka formanninum í grunninum, Leif Abrahamsen, í dag, so staðfesta aðrir limir í nevndini, at umsóknin viðvíkjandi Kósini, ikki hevur verið viðgjørd á fundi, og tí er ongin almenn støða tikin enn. Allir aðrir spurningar verða vendir til formannin í nevndini.

Norðoyagrunnurin hevur somuleiðis fingið eina umsókn, men heldur ikki har hevur fundur verið.

- Vit hava í seinasta lagi um tvær vikur viðgjørt umsóknina, og tástani tá fari eg at úttala meg um nakað, sigur Absalon í Buð, formaður í Norðoyagrunninum.


Hanus tegir

Hanus Hansen heldur seg hava sagt ov nógv í samband við endurreisnina av Kósini í Kringvarpinum í seinastu viku, og vil nú lítið siga, hóast tað eftir øllum at døma bara verða nakrar fáar vikur til Kósin letur upp.

Tó sigur hann, at frá tí, at avtalurnar koma upp á pláss og til Kósin letur upp varða einar tvær vikur. Somuleiðis staðfestir Hanus Hansen, at tað bæði kann vera í morgin og í næstu viku, at hann veruliga veit nær ætlanin verður veruleiki.

Hinvegin er onki vist við fíggingini, tí hvørki Norðoyagrunnur ella Føroyagrunnur hava viðgjørt umsóknirnar á fundi. Og tí er ikki endaliga vist, um hesir vilja spæla við.


Rávøra verður

Sum skilst fer rávøra ikki at tróta, tí bæði parið, sum P/F Christian í Grótinum hjá Kristian Martin Rasmussen keypti og parið sum felagið hjá Tummas Christophersen keypti fara at avreiða til Kósina, um ella tá hon byrjar sítt virksemi aftur.

Men enn ber ikki til at siga nakað við vissu viðvíkjandi virkseminum hjá Kósini í Klaksvík, men tað er vist, at Hanus Hansen saman við øðrum roynir og er komin fitt ávegis at finna fígging til eina endurreisn av Kósini.