KÍ saknar stinnan miðvallara

TB venjarin sigur, at hansara lið skal í hvussu so er vinna seks stig aftrat

Støðutalvan sigur, at tað skal ganga verri enn illa hjá TB, um aldursforsetin í heyst skal missa rættin at spæla í bestu deildini. Hóast TB við Sigfríða Clementsen við róðrið síðani summarsteðgin við tveimum sigrum hevur mest sum tryggjað sær pláss í Effo-deildini næsta ár, so vil venjarin ikki hoyra talan um, at framtíðin er tryggjað.

-Í sjey teimum síðstu umførunum eiga vit tríggjar heimadystir, og í teimum – ímóti B68, ÍF og Skála – halda vit okkum hava góðan møguleika. Útidystirnir eru ímóti KÍ í dag, og so ímóti NSÍ, Víkingi og B36. Í hesum fýra dystunum verður tað torførari, men vit spæla fyri at vinna, og at vit halda okkum hava møguleika at vinna stig í teimum fýra útidystunum, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen, sum fegnast um stríðsviljan, ið hansara spælarar vísa.

Kofi Appiah er tøkur aftur eftir leikbann.

Rógvi Joensen og Eirikur Magnusarson eru framvegis so mikið skaðaplágaðir, at tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla.

Teitur W. Justinussen er farin av landinum í lestrarørindum.

 

Í KÍ leguni hava teir í vikuni arbeitt við at lenda aftur eftir fína sigurin á HB og við at venda eygunum ímóti avbjóðingini ímóti TB seinnapartin, sum teir rokna at vera torføra.

-Vit hava fyrr í ár vunnið tvær ferðir 1-0 ímóti TB. Í fyrsta umfari høvdu vit marginalirnar við okkum í Trongisvági, meðan tað á heimavølli bara eydnaðist at fáa eitt mál, hóast vit høvdu yvirvág. TB eigur í Albert Adu sera vandamiklan álopsspælara. Ímóti ÍF sóu vit, hvat einsamallur maður kann megna, um vit ikki er hundrað prosent fokuseraðir. Vit hava lært og eru tilvitaðir um, at vit hava ikki ráð ikki at vinna fulla úrtøku á heimavølli, sigur veteranurin Hjalgrím Elttør.

Stinni miðvallarin, 18 ára gamli Jákup B. Andreasen, sum hevur prógvað seg at vera lyklaleikari, og sum var nógv saknaður í 4-2 tapinum á heimavølli ímóti ÍF fyri stuttum, er leikbannaður.