Kórið Musikaliska Sälsskapets Kammerkör úr Norrkøping í Svøríki er kór við traditiónum. Tað varð stovnað í 1828, og eru sostatt yvir 170 ár liðin síðani.
Kórið heldur millum 12 og 20 konsertir árliga í smærri konserthølum, kirkjum og eisini teim heilt stóru konserthøllunum í teim størru svensku býunum. ? Tað er eisini ein frøi at hoyra tey syngja, og eru kend út um landamark.
Innihaldið spennir frá klassiksum tónleiki, a capella, yvir í vísusang og jazz. ? Tey eru fast kór hjá symfoniorkestrinum í Norrköping, og gott samstarv teirra millum
Musikaliska Sälsskapets Kammerkör hevur gjørt mangar uttanlandsferðir ikki bert í Norðurlondum, men fleiri ferðir í mið- og suðureuropu, og hevur verið við í mongum sangkappingum, har tey fleiri ferðir hava ligið í ovara endanum.
Í 1996 vunnu tey eina sangkapping í Prag, har tey gjørdust nummar eitt bæði í kappingini um kamarkór og eisini í samlaða úrslitinum.
Tað eru 17 SAGNARAR, ið hava boðið hesum kóri til Føroya, og tey skulu saman eisini syngja einir tvey løg, samstundis, sum 17 SANGARAR eisini koma at verða á sangvenjing saman við teimum.
Fyrsta konsertin hjá kórinum verður í Norðurlandahúsinum sjálvan íslendska tjóðardagin 17. juni kl. 19.30, og tað var eingin minni enn Søren Hansen limur í danska fólkatinginum og formaður í Norðurlendska Mentunargrunninum, sum hetta kvøldið fer at siga nøkur orð og bjóða vælkomið.
Onnur konsertin verður í Ósáskúlanum í Klaksvík kl. 21.00 fríggjakvøldið 18. juni.
Umframt hetta, koma tey eisini kl. 18. sama fríggjakvøldið at syngja nakrar sangir, tá Søren Hansen formaður Norðurlendska Mentunargrunsins fer at halda fyrilestur á Tekniska Skúla í Klaksvík undir evninum, ?Hvussu virkar Norðurlendski Mentunargrunnurin og hvat letur hann pening til.?