Ríkisákærin í Suðurafrika hevur slept ákærunum ímóti 270 námsarbeiðsmonnum, sum vóru ákærdir fyri morð í sambandi við tilburðin tann 16. august, tá løgreglan skeyt og drap 34 námsarbeiðsmenn og særdi 78 aðrar.
Í síðstu viku kunngjørdi ákæruvaldið, at tað hevði reist ákæru ímóti teimum 270 námsarbeiðsmonnunum fyri at hava verið atvoldin til, at felagar teirra doyðu. Ákæruvaldið segði, at tað var tann ógvusligi atburðurin hjá teimum mótmælandi arbeiðsmonnunum, sum gjørdi, at løgreglan skeyt. Ákæran bygdi á eina lóg frá gomlu apartheid-tíðini, og sum framvegis er í gildi.
Ákæruvaldið fekk nógvar atfinningar fyri at hava ákært arbeiðsmenninar, og fyrradagin kravdi løgmálaráðharrin eina frágreiðing frá ríkisákæranum. Hann hevur nú kunngjørt, at ákærurnar eru sleptar, skrivar Reuters.










