Sangarin Cliff Richard verður ikki ákærdur, og er reinsaður í øllum ækærum um kynsliga misnýtslu av einum tannáringa drongi. Hendingin segðist at hava farið fram í áttatiárunum.
Løgreglan hevur kannað málið síðani 2014, og er komin til, at grundarlag er ikki fyri at ákæra 75 ára gamla sangaran.
Cliff hevur alla tíðina hildið fast við, at ákærurnar eru uttan hald í veruleikanum.
Í tíðindaskrivi boðar Cliff frá, at hann hevur verið úthongdur, " eins og livandi agn" hesi tvey árini, ið kanningar eru farnar fram.
- Eg havi hildið fast við, at eg eri ósekur, og havi fult og heilt samstarvað í samband við kanningararbeiðið, og eg skilji ikki, at tað hevur tikið so langa tíð at koma fram til hetta úrslit, sigur Cliff Richard.
Tíðindaskrivið frá Cliff Richard kann lesast í fullari longd her: http://www.cliffrichard.org/
Cliff Richard er høvuðsnavn á ársins Summarfestivali.