Kærunevnd steðgar Varðanum

- Hetta var sjálvandi ikki tað, ið vit høvdu vónað. Tað vísir, at gjógvin millum bureaukrati og vinnulív bara veksur.

Tað sigur ein vónbrotin Bogi Jacobsen eftir at Kærunevndin í lendismálum hevur talað.

Kærunevndin í lendismálum hevur ógildað avgerðina hjá Tvøroyrar Kommunu, ið annars hevði givið Varðanum Pelagic loyvi at byggja út í havnarlagnum á Tvøroyri.

Kærunevndin í lendismálum viðmerkir, at sambært paragraf 5, stk. 3 í Býarskipanarlógini, skulu uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð hava heimild í góðkendari byggisamtykt, áðrenn hesi verða gjørd.

Niðurstøðan hjá Kærunevndini í lendismálum merkir, at Varðin Pelagic fyribils ikki sleppur at byggja út sína frystigoymslu á havnarlagnum á Tvøroyri.

- Kærunevndin kundi valt at givið kommununi eitt nevs fyri ikki at hava fylgt øllum mannagongdum. Men hetta er ikki øðrvísi enn tað, ið er farið fram aðrastaðnis í landinum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin Pelagic.

Varðin Pelagic og Tvøroyrar Býráð fara á fund í morgun.