Kórtreff í Gøtu Kirkju

Leygardagin hittast fleiri kór úr Eysturoynni í Gøtu kirkju. Á skránni eru felags sangvenjingar, sum kórleiðararnir hjá ymisku kórunum standa fyri. Dagurin endar við konsert At kór úr Eysturoynni hittast til felagssang og konsert er eitt afturvendandi tiltak, undanfarin ár hevur Fuglafjarðar sangkór skipað fyri líknandi tiltøkum, hesaferð er tað kórið Eystanljóð, sum er vertur.

Kórini, ið luttaka leygardagin eru Kórið úr Fríðrikskirkjuni við Mikael Jóhan Heinesen sum kórleiðara, Kór Glyvrar kirkju við Meinhard Bjartalíð sum kórleiðara, Fuglafjarðar sangkór og Fuglafjarðar gentukór við Frits Johannesen sum kórleiðara og Eystanljóð har Petur Martin Jóhannesen er kórleiðari.

Konsertin byrjar við at einstøku kórini hava styttri framførslur, har sangur við fylgispæli verður at hoyra, og endar við framførslu av felagskórinum. Umleið 100 sangarar syngja við stóra felagskórinum.

- Vit bjóða øllum vælkomnum á konsertina, sum byrjar kl. 19.00