Kórstevnur Føroya fylla 45

Tað var á hvítusunnu 1966, at fyrsta føroyska felags kórstevnan varð hildin í Kommunskúlahøllini í Havn. Hugskotið og íblástururin aftan fyri stigið var føroyskt samband við slíkar kórstevnur í Danmark, aloftast hildnar i dýra biðidagsvikiskiftum, sum so eisini førdi til samband longur út, eitt nú til felags europeisku kórstevnurnar Europa Cantat (Europa syngur), hildnar triðja hvørt ár ymsa staðni úti í Europa.
Kveikjarin í hesari nýbirting í danska kórheiminum tá í byrjan av 60-árunum var kendi kórleiðarin Svend-G. Asmussen; men dygga tónlistarliga álitið uttaneftir, tá hendan kórstevnurørslan breiddi seg eisini norður til okkara í Atlantshavi, var hesi fyrstu árini danski tónlistamaðurin Karl Clausen, sum eisini í aðrar mátar fekk stóran týdning fyri føroyskt kórvirksemi og tónlistarliga forngransking í Føroyum.

Byrjandi í høvuðstaðnum breiddi árliga kórstevnuhaldið seg so við og við til ymisk støð úti um landið, har nevnast kunnu Fuglafjørður, Klaksvík, Gøta / Lorvík, Runavík, Vestmanna, Vágar ( Sandavágur/Miðvágur og Sørvág) og Vágur í Suðri.
Í hesum viðfangi kundu eisini so mong úrvald kórleiðaranøvn uttaneftir verið havd á orði.

Føroyskt tónleikalív hevur ment seg so ómetaliga nógv hesa farnu brátt hálva øld, og á øllum tónleikaøkjum sprettur og spírar sum ongantíð fyrr. Stevnuhald og felags tónleikatiltøk av ymsum slag hava tí eisini tikið seg upp víða um. Árliga kórstevnuhaldið hevur tí ikki longur sama áhuga og tilvit millum manna sum fyrru árini. Men her hjá okkum eins og um allan heim er tað at finna saman í felags sangi framvegis nakað serstakt.

Jim Daus Hjernøe og Voxnorth.
Kórsamband Føroya og kór í Havn løgdu tí seinasta ár til brots at skipa fyri kórstevnu, har dentur eisini varð lagdur á tað nýtíðarliga, tann rytmiska kórsangin. Kórstevnan 2011 gjørdist tí eisini ein minnilig uppliving, og á kórstevnuni komandi vikuskiftið verður hildið fram eftir sama leisti: ein sínámillum íblásandi samanrenning millum tað eyðkenniliga siðbundna og tað rytmiskt íbirtandi nýtíðarliga.

Tað er aftur Jim Daus Hjernøe, professari í rytmiskum kórsangi, og sum føroysk kórfólk umframt stevnuna í fjør kenna frá regluligum kórleiðaraskeiðum nú yvir trý ár, ið saman við sínum pofessionella úrvalsbólki Voxnorth hesar dagar fer at seta futt í í Kringluni og í konserthøllini í Sortudíki. Fólk, sum upplivdu Voxnorth á stevnuni í fjør og eisini á ógloymandi konsertum í Klaksvík og á Toftum og onnur við teimum hava nakað at gleða seg til, tá Voxnorth fríggjakvøldið hevur almenna framførslu í Norðurlandahúsinum.

Hilmar Örn Agnarsson
Hin stevnukórleiðarin er íslendingur, eitur Hilmar Örn Agnarsson, og er eitt rísandi navn innan íslendska kórlist. Umframt sína grundleggjandi tónleikaútbúgving á Tónlistarháskúlanum í Reykajvík hevur hann nomið framhaldandi útbúgving sum orguleikari og kórleiðari eitt nú á Hochschule für Musik und darstellend Kunst í Hamborg.
Eitt áramál var hann organistur í dómkirkjuni á gamla bispætinum Skálholti á Suðurlandinum, men síðan 2009 hevur hann havt fast starv við katólsku Kristkirkjuna á Landakoti í Reykjavík.
Sum kórleiðari hevur Hilmar Örn Agnarsson bæði stovnað og verið leiðari hjá fjøld av kórum bæði barnakórum, ungdómskórum, kamarkórum og kirkju- og óheftum kórum, har hann arbeiðir bæði við tí klassiska, við nútíðar skrivaðum kórverkum og eisini við popp- og rokktónleiki.
Við sínum kórum hevur Hilmar Örn latið úr hondum fleiri kórdiskar, og slík útgáva 2010 við Kammerkór Suðurlands varð í fjør í kenda bretska mánaðartíðarritinum Grammophone Magazine tilnevnd heiðursprísin sum ársins besta útgáva av nútíðar- og klassiskum kórtónleiki.
Í ár hevur Hilmar Örn Agnarsson fingið serstaka listamannaviðurkenning í Íslandi.

Kórstevna fyri øll.
Kórstevnan 2012 er fyri øll sanghugað – bæði verandi í kórum og eisini tey “kórleysu”. Tað ber enn til at frætta nærri og at melda seg til kórstevnuna við at ringja til tlf.nr. 236060. Men tað ber eisini til at møta bara til innskrivingar í Norðurlandahúsinum hósdagin kl. 16.30.
--------------
Kórsamband Føroya og kór í Havn