Kórstevnuendabrak í Norðurlanda­húsinum leygardagin

Nú her í Kristi himmals­ferða­vikuskiftinum verður stóra felags kórstevnan hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
Luttakaratalið liggur um 150, og telur tað umframt bæði yngri og meira til­kom­nar sangarar her í landinum eisini kórfólk úr Íslandi og úr Danmark.
Tað serstaka í ár er tað, at tveir dirigentar uttanífrá eru felags um tónlistarligu ábyrgdina:
Jón Stefánsson úr Reykja­­­vík er vælkendur mill­­um kórsangarar í Før­oy­­um. Umframt tvær ferð­ir áður at hava verið stevnu­kór­leiðari hevur hann eis­ini víst hesari okkara kór­stevnu­­siðvenju tann áhuga við egnum kóri at vitja aftur sum stevnuluttakarar, tá annar kórleiðari hevði stevnu­leiðsluna.
Kór Langholtskirkju hev­­ur eisini verið dyggasti stuðul til stórar framførslur í Føroyum – eitt nú á minni­ligu Atlantsljóm-stevnuni við Requiem Verdis á skránni, har kona hansara, gitna operusongkvinnan Ólöf Kollbrún Harðardóttir var ein av solistunum. Ólöf, sum framdi megnarverk við sangfólki her í sang­skúla­tiltakinum fyri nøkrum ár­um síðan, er eisini við á hes­ari Føroya-vitjan.
Hin kórstevnu gesta­leið­arin er Jim Daus Hjernøe, professari í rytmiskum kór­sangi við Det Jyske Musik­konservarorium í Århus og Ålborg. Til tess at kveikja nýtt lív í føroyskan kórsang hevur Kórsamband Føroya skipað fyri kórleiðaraskeiðum – tvey nú her í várhálvuni og tvey somu tíðir í fjør - við hesum úrmælingi innan seriøsan rytmiskan kórsang.
Við á ferðini hesaferð hevur Jim D. Hjernøe við sær sítt gitna kór Voxnorth – 12-manna úrvalsbólkur, ið er at rokna sum ein av trimum professionellum kórum í Danmark, ið hevur gjørt vart við seg bæði innan- og uttanfyri landamark. Eyðsæð er tað tí, at hesin bólkur saman við sínum leiðara verður eitt kærkomið íkast til nýggjar leiðir í føroyskum kórvirksemi.

Endabrakið leygardagin
KÓRSTEVNAN 2011 endar leygar­dagin kl. 17.00 við kon­sert í Norðurlandahúsinum. Við tí stóra felagskórinum fer Jón Stefánsson tá at fram­føra úrvaldar klassiskar ís­lendskar og norskar kór­satsir, meðan Jim Daus Hjernøe við heilt øðrum lag fer at lata áhoyrarnar uppliva kórsang, har bæði raddarljóð og kroppsrørslur eru berandi partar.
Men umframt at fólk so­leiðis fáa høvi til at uppliva, hvat ið er komið á skaftið hesar kórdagar í Havn, fara nevndu gestakór at seta sín serstak dám á konsertløtuna við framførslum hálvan tíma hvør við tí besta, tey hava at bjóða.