Kórstevnan 2 0 0 3 verður í Havn 15. - 17. mai

Tíðindaskriv

Føroysku kórstevnurnar, sum í meira enn tríati ár vóru gleðiligar samkomur hjá kórsangarum úr øllum landinum, hava vegna vantandi undirtøku verið minni regluligar í seinastum. Í fjør og í fyrra ári vóru ongar kórstevnur, og árini beint frammanundan var undirtøkan heldur ikki so góð sum fyrru árini.
Orsøkirnar kunnu vera fleiri, t.d. hava kór nú meira enn fyrr egnar sínámillum verkætlanir; men ein høvuðsbági er uttan iva tað, at fólk hava ikki arbeiðsfrí fríggjadagin í Kristi himmalsferðar vikuskiftunum, har kórstevnurnar aloftast hava verið. Eisini er tað ofta tá farið at sumra so mikið, at fólk ikki so fegin vilja halda seg innandura. Nú hevur Kórsamband Føroya tí í samráð við kór í Havn avrátt, at kórstevnan í ár verður hildin í dýrabiðidagsvikuskiftinum, t.e. 15. - 17. mai.
Stevnuhaldið skal fara fram á Eysturskúlanum, sum er serliga vælegnaður til slík stór tónleikatiltøk; men sum skilst er ætlanin, at tað eisini á øðrum støðum skal merkjast, at kórstevna er í býnum.
Høvuðskórleiðari verður kendi danski tónleikarin Mogens Dahl, sum flestallir føroyskir kórleiðarar og kórsangarar í Havn kenna væl frá einari røð av dirigentskeiðum, sum hann hevur hildið fyri kórsambandið hesi bæði seinastu árini.
Á konsert leygardagin 17. mai fáa fólk høvi at hoyra, hvat ið verður komið burtur úr felagsvenjingini, sum er aðalendamálið við hesum kórstevnuhaldi. Men harumframt verður eisini høvi hjá limakórini at framføra egna sangskrá fyri hinum sangarunum og fyri almenninginum.
Nærri um kórstevnuna verður at frætta bæði frá kórsambandinum og frá kórunum, sum hava átikið sær at skipa fyri tí praktiska.