Fyrsta føroyska kórstevnan varð hildin í Havn fyri 44 árum síðan - og nú bjóðar Kórsamband Føroya aftur til kórstevnu. Øll tey mongu fylgjandi árini vóru árligu kórstevnurnar ein hæddaruppliving fyrst og fremst hjá teim luttakandi, men eisini hjá teim lurtandi.
Men í seinni tíð hevur tónleikalívið í landinum ment seg so almikið, og møguleikar til tónlistarligar upplivingar eru vorðnir so algongdir og fjølbroyttir, at slíkt sum felags kórstevnuhald ikki hevur havt somu atdráttarmegi sum áður.
Tó livir kórsangur í Føroyum enn sítt sterka lív, og Kórsamband Føroya hevur í samstarvi við kórini í Havn nú tikið stig til at skipa fyri kórstevnu aftur í høvuðsstaðnum at verða í Kristi himmalsferðar vikuskiftinum 2. ? 4. juni.
Kórsamband Føroya vendir sær vanliga einans til limakórini við sínum beinleiðis fráboðanum. Men við hetta serliga høvið verður nærri lýsing av komandi kórstevnuhaldinum um 3-4 vikur send øllum kórum í landinum, sum fyrireikarnir verður vitandi um, við tilboð at verða við.










