Tað vóru tey fimm kórini í Eysturoynni Eystanljóð, ið er nýggja heitið á Felagskórinum Gøta-Leirvík, Fuglafjarðar Gentukór, Fuglafjarðar Sangkór, Kór Glyvra Kirkju og Kórið í Fríðrikskirkjuni, sum høvdu funnið saman til kórstevnuhald, ið leygardagin seinnapart endaði við felagskonsert.
Ikki mundi so nógv hava verið gjørt burturúr at lýsa um hesa konsert, og tað mundi vera ein orsøk til, at so fáir áhoyrarar vístu hesum tiltaki tann ans, sum tað hevði uppiborið.
Men íheimligt og sálarkveikjandi var tað at stíga inn undir tað ljómandi kirkjuhválvið, har teir virknu kórleiðararnir í oynni løgdu seinastu hond á stevnuavrikið við tí stóra felagskórinum
Tað var endurfødda Kór Glyvra Kirkju, sum legði fyri á konsertini. Glyvraprestur Meinhard Bjartalíð hevur í ár so mong gjørt vart við seg sum framúr góður hava urguleikari. Nú hann alt meira tekur seg fram sum kórleiðari, er tað ein sonn fragd at eygleiða hansara góða handalag og merkja ríka listarsinnið aftanfyri, soleiðis sum tey eisini komu til sjóndar við teimum báðum vælljómandi kórsatsunum eftir Thomas Attwood, har Jensina Simonsen hevði orgulfylgispælið.
Næst á skránni var Fuglafjarðar Gentukór. Undrunarvert er tað, hvussu Frits Johannesen ár eftir ár hevur megnað støðugt at byggja upp sítt syngjandi gentulið til eina dygd og ein ljóm, sum hevur frøtt hvørt lurtandi oyra, og sum eisini hevur vakt ans uttanlands. Hesa karismatisku megi upplivdu vit í Gøtu Kirkju, nú Frits aftur hevur loyst úr lagdi til eitt framkomið Fuglafjarðar Gentukór av nýggjum.
Eftir felagssálm, har tað var hugaligt at syngja við í hesum ljómlætta kirkjurúmi, trein Kórið í Fríðrikskirkjuni upp á altarsgátt. Toftir við Nesi og Saltnesi hava frá gomlum døgum verið gitnar fyri sína sangmentan. Sprottin úr hesum jørðildi lyfti Hans J. Højgaard í sínari tíð bygdina fram á landsins fremsta pláss við sínum sangkórum. Heppið er tað tí, at so hollur tónleikari sum Mikael Jóhan Heinesen
í seinni tíð hevur tikið um endan aftur og saman við tí eisini tónlistarliga so dugnaliga prestinum Martin Restorff Jacobsen birt lív av nýggjum í hendan sangliga siðaarv í tí fagra kirkjuumhvørvinum í heimbygdini. Hugaligt var tað eisini, at skráin var dygdargóð upprunaførisk.
At bygdirnar Gøturnar og Lorvík hava funnið saman í kommunalum og mentanarligum samstarvi má sigast at vera bæði fyrimyndarligt og stimbrandi. Felagskórið Gøta/Leirvík hevur her gingið á odda, og nýggja heitið Eystanljóð gevur hesari fylking eitt enn lættari flog. Ikki vóru tað lættisoppar, sum kórleiðarin Petur Martin Johannesen hevði lagt fyri sítt kór at framføra; men tað er júst við avbjóðingini, at dygdin mennist, og lítið er at ivast í, at kórið hondunum á so kønum tónleikara hevur vónríka framtíð fyri sær. Petur Martin er professionellur urguleikari, og tað er at ynskja eftir, at slíkur maður sum skjótast fær fast kirkjustarv.
Seinast í røðini av einstøkum kórum var Fuglafjarðar Sangkór. At Fuglafjørður er býur, har tónleikur og onnur list seta dám á, er almannakunnugt. Í kórsanginum er besta støði lagt við frálíku gentukórunum gjøgnum mong ár; men har sum aðrastaðni í landinum man tað m.a. vera ein bági, at ungdómur flytur av bygdini, so hvørt sum hann veksur til, og at grasrótaarbeiðið tí ikki í sama mun gevur ynskiligt endurljóð á vaksnamannastigi. Men eisini við Fuglafjarðar Sangkóri hevur Frits mangan vørrin gjørt bæði burturi og heima, og løtan í Gøtu Kirkju boðaði eisini frá nýggjari menning, nú hann er farin til verka aftur.
Eftir enn ein felagssálm endaði konsertin hábærsliga við tí stóra felagskórinum, har teir luttakandi kórleiðararnir áttu hvør sín tátt í skránni. Ein ríkandi løta var hetta, har kórljómurin streymaði tær fjálgandi í sinnið, og tú kundi ásanna, at neyvan nakað eins og kórsangur kann knýta bond millum menniskjur og skapa vinalag um bygdar- og býarmørk.