Kórsangur í Zarepta

Leygarkvøldið skipar Betesdakórið úr Klaksvík fyri einari sangløtu á Zarepta í Vatnsoyrum Betesdakórið úr Klaksvík, hevur verið virkið á hvørjum ári síðani 1926 og hevur sostatt 82 ár á baki.

 

Ígjøgnum árini eru nógvar ferðir gjørdar kring landið, umframt at kórið hevur gjørt ikki færri enn 12 ferðir uttanlanda, til Danmarkar, Noregs, ísland og Sveits.

 

Fyrsta uttanlandsferðin var til Keypmannahavnar í 1946 har kendu grammofonpláturnar á Polyfon vórðu tiknar upp, sum helst eru ímillum fyrstu føroysku grammfonupptøkurnar.

 

Kórið hevur av og á havt nøkur vikuskifti á Zarepta til sangvenjingar, har eisini tosað hevur verið um framtíðarætlanir og har eru góðir møguleikar til sosiala samveru og onnur tiltøk.

 

Kórið telur um 65 sangarar og leiðarar eru Jógvan við Keldu og Árni Jacobsen.

 

Sangúrvalið er vanligir andaligir sangir, trúgvandi fólki til uppbyggingar og eisini við evangeliskum innihaldi. Einaferð um árið ? á Nýggjársveitsluni í Betesda ? syngur kórið verk, eitt nú brot úr Messias hjá Händel, smábrot hjá Haydn, Bach, Schubert o.ø. Hetta hevur verið siðvenja seinastu 37 árini.

 

Á skránni leygarkvøldi verður ymiskur sangur og vitnisburðar. Aftaná verður bjóðað kaffi við onkrum afturvið.