Kórsangur og mentan hond í hond

Havn: Fyrsta fríggjakvøld í juni mánaði er árliga Mentunarnáttin í Tórshavnar kommunu. Í kvøld fara nógv ymisk tiltøk av bakkastokki, m.a. eitt við nógvum kórsangi í Ebenezer.

Tiltakið byrjar kl. 22 tá Siloa-kórið úr Fuglafirði fer at syngja. Síðani syngja Betesda-kórið og at enda Ebenezer-kórið.

Kvøldið endar við at øll trý kórini syngja saman.