23 ára gmali Kenneth Knudsen, sum annars hevur leikt við Vejle, fer hesar komandi dagarnar at royndarvenja við KÍ. Hetta skrivar Norðlýsið á netinum, og hevur blaðið fingið tíðindini váttað av Bill McLeod Jacobsen, sum dagliga starvast sum høvuðsvenjari fyri yngru deildirnar hjá KÍ.
Við hesum er líkt til, at KÍ longu er í ferð við at tippa holið eftir Hjalgrím Elttør, sum fyri stuttum gjørdi av, at hann verður triði føroyingurin, sum í ár fer at royna seg hjá danska Fremad Amager.
Enn er tó ikki tikin endalig støða til, hvørt Kenneth Knudsen verður partur av hópinum hjá KÍ komandi kappingarárið. Ove Flindt Bjerg, sum verður venjari hjá liðnum í ár, kemur í næstum til landið, og tað verður so hann, sum fer at taka endaligu avgerðina um, hvørt leikarin hevur neyðugu dygdirnar ella ikki.