KÍ roynir brasilskan verjuspælara

KÍ fekk herfyri brasilska álopsspælaran Rodrigo í hópin hjá sær, og nú er ein landsmaður hjá Rodrigo komin til Klaksvíkar at royndarvenja

Talan er um 23 ára gamla Alex Alves, sum er verjukendur spælari. Hann skal spæla bæði í verjuni og á miðvøllinum. KÍ fær møguleikan at royna Alex í venjingardysti ímóti NSÍ í Klaksvík leygarmorgunin kl. 10.30. Tá skulu Rodrigo og Bjarni Jørgensen eisini royna seg fyri fyrstu ferð í dysti fyri KÍ.