Kærleiksoyggin 1 (2)

Soleiðis nevnir enski blaðmaðurin, Andy Mitten sína grein um Føroyar og dystin millum B36 og HB 2. juli 2006

Greinin stóð í kenda bretska fótbóltsblaðnum »Fourfourtwo« í september í 2006. Vit endurgeva greinina her. Greinin hjá Andy verður við í einum greinasavni, sum kemur út á bók. Bókin kemur at eita »20 footballderbies from around The World«, og verður seld kring heimin.


Andy Mitten, Manchester:

(Heri Simonsen týddi)


»Vit hava einki annað val, enn at stríðast víðari«, sigur miðvallaleikarin á føroyska landsliðnum, Mikkjal Thomassen. »Føroyingar mugu liva saman, tí fólk kunnu ikki flýggja til ein annan stórbý. Her er eingin stórbýur at flýggja til.« Aftaná at hava verið í Tórshavn – heimsins minsta høvuðsstaði – heimið hjá 16.000 veðurbardum sálum, havi eg ikki hoyrt eitt fótbóltsviðhaldsfólk siga eitt øvugt orð um mótstøðuliðið. Størsta fornermilsi eg upplivdi frá áskoðaraplássinum í dystinum millum B36 og HB, var, tá eg hoyrdi onkran siga um Jákup á Borg – besta leikaran í Føroyum – at hann er ikki »ein góður fýrur«. Á Borg gerst eitt sindur skakkur av hesum, at hann steðgar eina løtu upp, og sendir eyguni eftir honum, ið hevur sagt hesi orð. Dovnir frásøgumenn í ensku loftmiðlunum royndu fyrr at rópa grannauppgerðina millum Liverpool og Everton fyri vinarliga. Men samanborið við Tórshavn-derby’ið millum B36 og HB, er dysturin á Merseyside ikki serliga vinarligur. »Eg skal siga tær frá einum lítlum loynidómi« sigur ein av teimum inkarneraðu B36-viðhaldsmonnunum: »Onkuntíð siga vit, at HB eru nakrir snobbar.« Henda viðmerkingin er tann mest víðgongda, sum »Fourfourtwo« hoyrir á Føroya-ferðini. Um tú leitar eftir garvillum áskoðarum, sum spýta eftir hvørjum øðrum, eru Føroyar ikki rætta staðið at ferðast til.


Vunnu á Eysturríki

Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi landslutur í danska kongaríkinum, við sínum egna tingi og flaggi. Men inntil 1988 var tað ikki meir enn, at Føroyar vóru at finna á radaranum hjá flestu fótbóltsfjepparum. Og flestu teirra, sum ikki plagdu at lurta eftir veðurtíðindunum hjá BBC 4-útvarpsstøðini, vistu ikki av, at Føroyar vóru til. Men altjóða viðurkenningin hjá FIFA og UEFA broytti hetta. Føroyar eru saman við Skotlandi, Wales og Norður-Írlandi tey einastu ikki suverenu londini, sum eru limir í UEFA. Henda altjóða viðurkenningin kollvelti føroyskan fótbólt. Síðani 1988 hevur umtalan, sum Føroyar hava fingið úti í heimi, verið sera stór, um ein samanber hesa umtaluna við fólkatalið í Føroyum. Altjóða viðurkenningin byrjaði sum ein dreymur, tá føroyingar enntá skelkaðu seg sjálvar við at vinna 1-0 á Eysturríki í einum EM-undankappingardysti. Men eftir hendan dystin gekk eftir hæli. Í næstu undankapping skoraði Wales 9 mál ímóti Føroyum, men við fleiri royndum byrjaðu úrslitini aftur at betra seg. Føroyar tapa enn við einum máli, ella við trimum. Men innanfyri tey síðstu árini hava teir leikt ein minniligan 2-2 javnleik ímóti Skottlandi í 2002. Og teir taptu bara 1-2 ímóti Týsklandi í Hannover, í somu undankapping.


Virðingin veksur

»Virðingin fyri føroyskum fótbólti gerst alsamt størri og størri« sigur Jákup í Stórustovu, sum er einasti fótbóltsumboðsmaðurin á oyggjunum. »Tað kemur. Liðini síggja nú dystirnar ímóti Føroyum, sum eina avbjóðing. Tá vit spældu ímóti Kekkia høvdu teir tørv á øllum teimum trimum stigunum fyri at kvalifisera seg til HM-endaspælið. Ímóti dystarenda lá ein av teimum føroysku leikarunum skaddur á vøllinum. Ein av hinum leikarunum tók og sparkaði bóltin út til innkast. Patrik Berger tók innkasti í skundi, meðan leikarin enn lá skaddur á vøllinum. Kekkar skoraðu til 1-0, men dómarin gjørdi einki við tað.« Men tann størsti broytingin fyri føroyskan fótbólt hevur ikki verið landsliðsfótbólturin. Størsta broytingin hevur verið, at føroysku feløgini hava leikt seg til evropeisku kappingarnar, og hava harvið vunnið sær væl meiri pening, enn teirra heimligu kappingarneytar. »Vit fáa 500.000 danskar kr. fyri at leika bert eitt umfar í UEFA-kappingini. Og vit fáa eina miljón fyri hvørt Champions League-umfarið vit leika (í 2006 red.) – hetta er jú ein verulig virðisløn fyri feløgini.« Sigur Steinfinnur Mittelstein, sum er stjóri hjá HB. »Hetta er nógvur peningur, tá tú hugsar um, at vit øll arbeiða sjálvboðið í felagnum fyri einki. Seinasta ár var tað ógvuliga nær við at vit sluppu at leika ímóti Liverpool, men tað gjørdist TNS (úr Wales), sum trektu Liverpool.«


Trupuleikar

So nógvir pengar hava eisini givið lokalar trupulleikar. Leikarar, sum áður høvdu verið trúgvir ímóti felagi sínum, funnu nú út av, at teir kundu leggja væl aftrat vanligu inntøku sínari við at forvinna eina hálva løn aftrat fyri yrkisfótbólt. Teir kundu eisini betra fótbólts-yrkisleiðina við at leika við í teimum evropeisku kappingunum. Sjálvt um hetta heldur merkir ein túr til Litava, enn ein túr til Lissabon. Tað er tí ikki so skakandi, at minni lið frá oyggjunum í útjaðaranum – okkurt felag má sigla í tveir tímar við ferju til sínar útidystir – ikki dáma tann veruleikan, at teirra bestu leikarar fáa sáttmála við HB og B36. Men feløgini í høvuðsstaðnum eru altíð tey best stuðlaðu, og tey við teimum bestu úrslitunum. Stovnað í 1904 er HB tað eldra av hesum báðum. B36 kom á pallin 31 ár seinni. B36 bleiv stovnað av arbeiðarastættini, sum hildu HB verða blivið ov snobbut. Teir burdu verið nevndir »B35« eftir stovningarárinum. Men »6« er eitt nógv meiri máttmikið tal í Føroyum. Og so siga viðhaldsfólkini, at »B36« ljóðar nógv betri.


HB vunnið mest

HB er tað mest vinnandi liðið í oyggjunum við 18 meistaraheitum (í 2006 red.). KÍ, sum er frá næststørsta býnum, Klaksvík, hevur vunnið 17. Men B36 eru verandi meistarar, og vóru saman við KÍ fyrsta føroyska liðið, sum leikti Evropa Cup-dystir í 1992. Feløgini klára sum oftast væl upp, men harða kappingin merkist onkuntíð. Í august 1991 førdi B36 føroysku liguna við 7 stigum, tá teir skuldu leika ímóti HB. Nøkur kvøld áðrenn dystin fóru HB-arnir í býin at fáa sær nakrar øl. Eingin var skakkur, tá B36 legði seg á odda 1-0, men HB kom afturíaftur og vunnu dystin 8-2. Eftir hendan ósigurin skramblaði B36 saman, og endaðu við at missa meistaraheitið við einum málmuni, sum manglaði trý mál. Um teir bara høvdu tapt 5-2 ímóti HB høvdu teir verið meistarar. Og tað pínur enn. Derby´ið henda dagin er í sama vikuskifti, sum HM-fjórðingsfinalurnar verða leiktir í Týsklandi. Troyggjurnar hjá HM-luttakaranum er at síggja í einum handilsglugga í Tórshavn. Men eingin keypir troyggina hjá Ghana.


Meistarar í oktober

Kappingarárið plagdi at verða frá apríl til september, men tað er nú longt, so leikararnir eru betri fyri til teir týdningarmiklu landsdystirnar, sum kunnu fella í mars og apríl. Tey 10 liðini í bestu deild spæla nú tríggar ferðir ímóti hvørjum øðrum í einum kappingarári, sum strekkir seg yvir 27 umfør. Hvør fær tann 14. heimadystin verður mett í mun til kappingarárið í 2005. Føroyska ligan fylgir ikki flestu ligum í Evropa. Feløgini, ið leika seg í Champions League ella í UEFA-kappingina, eru í tí bizarru støðuni at verða krýndir meistarar í oktober, og skulu ikki spæla í tí evropeisku kappingini fyrr enn 9 mánaðir seinni. Broytingar koma kanska, fyri at kunna fylgja øðrum londum. Men ikki øllum líkar tankan um at leika vetrarfótbólt. Sjálvt í dag, á hásumri, vætir sirmið hendan staðin frá morgni til myrkurs, men her skal ein hava í huga, at hesa tíðina er norðuratlantiska sólin leingi á hválvinum. Tað er altíð ljóst í Tórshavn á sumri. Kvirran er bara brotin við ferðamannaskipunum, sum eru á veg til Íslands, og sum legga at bryggju. Hesi senda sín gamla førning út í gøturnar í Tórshavn. Tjóðareyðkennini eru eyðsýnd. Amerikumenn, sum hoyrast í sølubúðunum. Koreanarar, sum flenna og taka myndir. Meðan ein trunki við spaniólum halda seg tætt saman og síggja eitt sindur óttafull út.


Seyðirnir sláa grasið

So rólig er nátúran í hesum oyggjunum, at fremmandu ferðafólkini eru vælkomin at vitja skrivstovuna hjá stjórnarleiðaranum. Eitt øki, har smáu húsini hava eina vanliga føroyska grastekju. (Tá grasið gerst ov langt, eru tað ofta seyðirnir, sum eru plenuklipparnir!). Inntil fyri ikki so mongum árum síðani kundu oyggjabúgvarnir støkka inn á gólvið og kjakast við stjórnarleiðarin. Men nú mugu tey gjøgnum eina langa beurokratiska mylnu fyri at fáa eina avtalu við skrivaran hjá honum. »Tað kemst av, at summi av teimum vitjandi ikki vóru í so góðum lag«, sigur ein av teimum lokalu varliga við meg. Ein bólkur av enskum ferðafólkum frávelur møguleikan at vitja tann føroyska »Tony Blair«. Teir leita eftir einari barr, fyri at kunna hyggja eftir HM-dystinum millum Ongland og Portugal. Fyri 15 árum síðani høvdu teir havt stórar trupulleikar. Tá vóru ongar barrir. Og avmarkingar vóru fyri innflutninginum av rúsdrekka úr Danmark. Nú eru náttklubbar, sum hava opið inntil kl. 5 um morgunin, og føroyingar bryggja sítt egna øl, men flestu vørurnar verða innfluttar. Bílig klæðir og kjøtpottar kunnu keypast í Aberdeen, sum er tann stórbýurin, sum liggur nærmast Føroyum.


Liverpool-fjeppari

Manhattan er stúgvað við bæði ferðafólkum og lokalum fólki. Teir flestu av teimum lokalu hita upp til dystin í morgin, men Eivind Eysturoy hyggur eftir dystinum hjá Onglandi. Hann heldur við HB og Liverpool. »Liverpool er tað best umtókta, útlendska liðið í Føroyum. Teir einastu við einum fjepparafelagi. Hetta kemur lutvíst av teirra stórliðum í 1970-unum og 1980-unum, og lutvíst av teimum donsku leikarunum, sum leiktu í Liverpool í 1980-unum sum Jan Mølby.« Eysturoy gongur ímóti familjuni við at halda við HB. »Øll familjan hjá mær heldur við B36. Og mamma mín situr í nevndini hjá B36. Men eg eri HB-ari, uppreistrarmaðurin! B36 eru teir størstu rivalarnir hjá okkum, men tað er ongantíð bardagi ímillum viðhaldsfólkini. Vit eru ógvuliga rólig her.«


12 leikarar uttanlands

Jákup í Stórustovu er eisini har. Hann minnist hvussu hann bleiv fótbóltsumboðsmaður, aftaná at hava verið venjari í B36. »Feløg í Noregi og Danmark byrjaðu at ringja til leikarar, og góvu teimum lyfti, sum teir ikki hildu. So summir av leikarunum spurdu, um eg ikki kundi umboða teir. Fólk hildu meg verða svakan, at eingin kundi verða áhugaður í føroyskum leikarum. Nøkur ensk feløg flentu, og hildu, at eg gjørdi gjøldur við teimum, tá eg segði teimum, at eg var ein agentur úr Føroyum. Men seinni ringdi eitt av hesum feløgunum um ein spælara.« Stórustovu hevur nú 12 leikarar uttanlands, flestu teirra eru í Skandinavia. Men aðrir hava verið í Arsenal, Liverpool og Manchester City, men eingin av hesum er komin á besta liðið. Hann fær eisini spælarar til Føroya frá fjarum londum, sum Brasilia, Nigeria og Fílabeinsstrondini. Tað letur til, at hann selur oyggjarnar væl. »Vit hava ting, sum stórbýir hava, men so hava vit eisini nátúruna. Summi fólk hava ongantíð sæð havið. Men vit liva mitt í sjónum. Eg hevði ynskt, at tað hevði verið eitt sindur lýggjari. Men ein má seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum. Næstan ongar brotsgerðir verða framdar. Børnini spæla úti á gøtunum, og vit hava ein búskaparvøkstur.«


(Framhald í morgin)