Kærleikskúlan 2012 – eitt listarligt jólaprýði

Nýggja Kærleikskúlan varð av­dúkað í gjár. Zacharias Heine­sen hevur sniðgivið og sign­e­rað føroysku Kær­leiks­kúluna 2012 »Kærleikin er sum sólin«. Dugni av­dúk­aði nýggju, vøkru Kær­leiks­kúluna 2012 á hátíð­ar­løtu í Listasavninum gjár­a­morg­un­in saman við Listasavni Før­oya.

Kærleikskúlan er heilt ser­støk. Hon er framleidd í av­mark­að­ari nøgd og verð­ur bert seld í eitt av­mark­að tíðarskeið. Hon er munn­blást, og tí eru allar ym­isk­ar.
Zacharias Heinesen sigur so­leið­is um Kærleikskúluna 2012:
 
Kærleikin er sum sólin 
Kærleikin er sum sólin -
hevur allar litir í sær.
Sólin er stundum brandgul,
reyðviolett ella gulgrøn.
 
Nú er kærleikin bláviolettur. 
Tú lyftist upp í loft,
sveimar í ørsku.
Gloymir alt fyrilit,
tú verður findarglaður
og eyðnusælur.

Zacharias Heinesen