Kærleikin tolir alt

Tað leikaði hart á, tá Mariann Ingridardóttir Klein í 2008 gifti seg við Peter Lundin. Sjeikurin, sum visti av ongum, tók dagin eftir vígsluna dótrina við sær og fór heim til Føroya. At enda mátti Føroya rættur upp í leikin.

 

Kringvarp Føroya og DR3 hava í kvøld sent dokumentarin drápsmaðurin á hvíta rossinum, um tá havnagentan Mariann Ingridardóttir Klein gifti seg við hópdrápsmanninum Peter Lundin.

 

Í sendingini hoyra vit um, hvat tað var sum hendi. Mariann Ingridardóttir Klein greiðir frá, hvat hon føldi fyrstu ferð hon sá Peter Lundin. Hvussu hon og floksfelagarnir sótu og skrivaðu brøv til Peter Lundin. Hon veit ikki, um hinar sendu síni brøv, men hon sendi tað – og fekk svar.

 

Næsta tíðin var sum eitt ævintýr.

- Hann gav mær kensluna av at vera tilbiðin. Eg kendi meg ynskta. Tá eg var tannáringur, føldi eg tað ongantíð, sum um at nakar elskaði meg, sigur Mariann Ingridardóttir Klein í sendingini og greiðir frá, at Peter Lundin gav henni tað kensluna.

 

Vit møta eisini ungdómsflammuni hjá Mariann Ingridardóttir Klein, Brandi Johansen. Tey blivu par longu tá hon var 14 ára gomul. Tað var heima hjá mammu hansara, at Mariann Ingridardóttir Klein fyrstu ferð sá Peter Lundin í sjónvarpinum.

 

Brandur Johansen, sum eisini sigur sína søgu í sendingini, sigur, at hann ikki var blíður, tá hann fann út av, at hon sendi brøv til Peter Lundin. Tey hildu tó saman, tí hon lovaði at gevast.

 

Stutt innan tey fluttu til Danmarkar í 2006 leitaðu tankar hennara aftur til Peter Lundin.

- Eg vildi seta eitt andlit á mannin, sum eg hevði skrivað saman við. So eg sendi honum eitt bræv og spurdi, um honum mintist meg. Eg fekk svar beinanvegin, at sjálvandi gjørdi hann tað.

 

Longu seks ella sjey dagar eftir, at Brandur, hon og dóttirin vóru flutt til Danmarkar, vitjaði hon Peter Lundin í fongslinum fyrstu ferð – tann fyrsta av nærum 300 vitjanum komandi tvey árini.

- Eg ætlaði mær bara at síggja hann og so siga farvæl, men hann dugir so væl við orðum, greiðir hon frá. Longu aðru ferð, hon vitjar hann, liggja tey saman.

- Eg kendi tað, sum at eg fyri fyrstu ferð í lívinum var saman við einum persóni, sum sá meg, sigur hon.

 

Samlívið við Brand Johansen fór at ridla. Hann greiðir frá, at hann merkti týðiliga, at okkurt var galið, men hann kláraði ikki at seta fingurin á, hvat tað var.

 

Tað gekk ikki long tíð, so byrjaði Peter Lundin at tosa um at giftast. Mariann Ingridardóttir Klein sigur, at hon vildi ikki, men Peter Lundin hótti við at fortelja familjuni um tey bæði, um hvussu ofta, hon var og vitjaði.

 

Mariann Ingridardóttir Klein sigur, at hon royndi at muta ímóti, eisini undir vígsluni.

- Eg segði við prestin, at eg ikki ynskti hetta. Ella eg haldi, at eg segði frá klárt og týðiliga, men kanska komu eingi orð fram. Eg græt alla vígsluna, sigur hon.

 

Hon sigur, at hon ongantíð hevði ímyndað sær, hvussu stórar avleiðingarnar av gerð hennara fóru at vera.

 

Longu á veg heim sama dag møtir hon tíðindafókum frá Ekstrablaðnum, sum vilja vita, um tað er hon, sum hevur gift seg við Peter Lundin.

 

Heimkomin fer hon beint í song, uttan at siga nakað við Brand. Hann verður sitandi uppi og fær sín lívs skelk, tá hann á Ekstrabladet.dk sær, at ein ung genta hevur gift seg við Peter Lundin. Frá myndunum sær hann týðiliga, at talan er um unnustu sína, Mariann Ingridardóttir Klein.

- Eg bleiv sansaleysur. Eg skeldaði hana út. Eg ynskti hana til Helvitis og hevði einki tilyvirs fyri henni longur, greiðir hann frá. Dagin eftir tekur hann dótrina við sær og fer til Føroya.

- So leingi hon var saman við Peter Lundin, skulid hon ikki hava nakað við dótrina at gera, setti eg mær fyri, sigur Brandur Johansen.

 

Mariann Ingridardóttir Klein vildi tó hava dótrina aftur og tók málið líka í Føroya rætt. Har staðfesti dómarin, at við tað, at dóttirin ikki var í vanda og at Mariann Ingridardóttir Klein hevði foreldramyndugleikan at gentuni, so skuldi gentan vera hjá mammu síni.

 

Longu 11 dagar eftir at tey vóru gift, boðaði Mariann Ingridardóttir Klein frá, at hon vildi skiljast frá Peter Lundin.

 

Við tíðini funnu hon og Brandur saman aftur. Brandur greiðir frá, at í veruleikanum vildi hann framvegis einki hava við hana at gera, hann kom fyri at síggja dóttur sína.

- Eg kundi ikki líta á hana longur, eftir tað, hon hevði gjørt, sigur hann.

 

Sendingin endar tó vónrík. Brandur Johansen greiðir frá, hvussu støðan er nú. Tey bæði eru par aftur og búgva nú í Havnini.

- Hon er vorðið eitt annað menniskja aftur. Hon er vorðin meiri lík tí gentuni, sum hon veruliga er, sigur hann.

 

- Tá tvey menniskju veruliga elska hvønn annan, so megna tey tað mest ótrúliga. Eg elskaði Brand og tað geri eg enn. Eg veit at hann elskaði meg og vóni, at hann enn ger tað. Tí mugu vit fyrigeva hvørjum ørðum, sigur Mariann Ingridardóttir Klein.

 

Týskvøldið klokkan 18.05 verður Mariann Ingridardóttir Klein gestur í Aftenshowet á DR1. Sendingin Drápsmaðurin á hvíta rossinum sæst við at trýsta her.