Kærleikin er sterkari enn hatur

- Ljósið er tað sterkasta ”symbolið”, sum vit hava, segði Meinhard Bjartalíð, prestur, áðrenn fólk settu kertuljós niðan við garðin og niðan í túnið hjá Pidda

Orðini hjá Meinhardi Bjartalíð, presti, tá minningarløta var í Saltangará seinnapartin sunnudagin, vóru ein bøn, har prestur vendi sær til himmalska faðirin við tí skelki, sum hendingin við Pidda hevur havt við sær fyri økið, hann livdi og virkaði í.
- Vit eru skelkað av tí, sum hent er, og sorg fyllir hjørtu okkara. Vit koma til tín í hjálparloysi og máttloysi okkara. Vit biðja um styrki og hjálp, og vit biðja fyri honum, sum farin er. Lat æviga ljósið lýsa yvir honum. Vit biðja fyri hansara nærmastu, foreldrum, systkjum og børnum hansara, øllum teimum, sum varða av og øllum teimum, sum á ein ella annan hátt vóru knýtt at honum. og stóðu honum nær. Umgir tú tey við tínum kærleika og umsorgan, veit teimum hjálp, linna og styrki.

Kærleikin sterkastur
Meinhard Bjartalíð bað eisini fyri øllum, sum búgva í økinum.
- Ver við teimum vaksnu, ungdóminum og børnunum. Latið okkum ikki falla í fátt og missa mótið, men halda okkum til tína vón í huga, sál og sinni. Sannfør okkum um, at kærleikin er sterkari enn hatur – og at lívið er sterkari enn deyðin. Lat okkum standa saman í hesi tungu og sváru tíð, segði hann.
Prestur bað eisini fyri øllum teimum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til við leitingararbeiðnum og sum framvegis leita. Hann bað eisini fyri teimum, sum arbeiða við uppkláringararbeiðnum.
- Vit biðja fyri degnum í dag og fyri døgunum, sum standa fyri framman. Lat okkum kenna, at tú ert nær.

Gleði og sorg
Og Meinhard Bjartalíð helt fram:
- Harri, tú sum sjálvur græt, tá vinur tín Lázarus var deyður. Tú grætur eisini í dag við okkum.
Prestur vísti á, at mannalívið skiftir millum gleði og sorg – og at viðhvørt er bert eitt fótafet millum lív og deyða.
- Vit skilja mangan so lítið av tí, sum hendir, og spurningarnir eru nógvir, segði Meinhard Bjartalíð við minningarløtuna sunnudagin.
Hann endaði við orðunum, at ”ljósið er sterkasta symbolið, sum vit eiga...”
Eftir at Meinhard Bjartalíð hevði sagt hetta, bað øll ”Faðir vár” saman. Tá sangurin ”Algóði Guð, mín faðir er...” varð sungin, fór stóra mannamúgvan og setti kertuljósini frá sær – niðan við garðin og heilt niðan í túnið hjá Pidda.