Kærleiki á netinum vorðið minni tabu

men tað er ikki uttan avbjóðingar, sigur Bjarta Petersen, MA.CO í familju og parterapi

 

Granskingin vísur, at tað er vorðið minni tabu at tosa um, at ein hevur møtt hvørjum øðrum á netinum. Fyrr hildu fólk hesar upplýsingarnar fyri seg sjálvi, og tosaðu ikki hart um tað, men soleiðis er ikki longur, greiðir Bjarta Petersen, MA.CO í familju og parterapi frá.


-Samanumtikið flytir samfelagið seg meir yvir til, at alt er á netinum. Børn og ung hava vinir á netinum, fylgjast á netinum og kunnu tosa saman handan skermar, hóast tey eru í sama rúmi. Alt gongur fyri seg á skermi, sigur hon.

 

-Eisini flirtra tey ungu í gjøgnum messenger og snapchat og brúka skerm til tað, sum vit fyrr brúktu pappír til. Tað er ein vaksandi trendur, og alt flytir seg skjótt tann vegin. Á netinum tørvar einum ikki at samla mót á sama hátt, sum ein ger tá man ikki er handan skerm, tí tú ert í tryggum umstøðum, og tú kanst goyma teg handan skermin, sigur hon.

 

 

Tað eru sjálvsagt vandar á netinum, greiðir Bjarta Petersen frá, og nevnir millum annað pædofilar, drápsmenn og fólk við persónleikaólagi. Vandamikil fólk, sum sjálvsagt ikki bert eru á netinum, men sum hon heldur hava lættari við at goyma seg og halda kenslum sínum í teymum handan skermar.

 


-Tí kann man ikki vita, hvussu ein persónur er á netinum. Tú sært ikki, um hann er harðligur ella liggur í songini í fleiri dagar. Tað er eisini verri at halda skil á, um tey eru í forhold við øðrum fólki, sigur hon.  

 

 

 

Mentanir eru ymiskar – eisini í millum familjur úr sama landi. Vit hava øll eina serstaka mentan, sum avgerð hvussu vit tosa saman, hvat ein kann siga og hvussu vit viðgera negativar kenslur og ósemjur. Síðani er tað eisini mentanin úr landinum tú ert úr, og hendan mentanin broytist ofta alsamt meir, jú longri tú fert frá heimlandinum. Hetta má ein hava í huga, tá ein finnur saman við einum, sum ikki er úr sama landi sum ein sjálvur, heldur Bjarta Petersen.

 

 

 

Bjarta Petersen heldur tó, at tað er vert at hava mentanarmunir í huga, tá ein leitar eftir kærleika á netinum.

 

 

-Jú minni tørvur er á at broyta mentanina hjá hvørjum øðrum, jú størri møguleika hevur man fyri at tað eydnast væl. Tó, so riggar tað væl hjá nógvum at halda saman hóast stóran mentanarmun, tí tey vita at stórt arbeiði skal leggjast í forholdið. Eitt forhold er ein avbjóðing líkamikið hvat, sigur hon.