Kærleiki Kristusar ella fordómsfull humanisma?

Álvarsligasta, ið fram er borið á skrift á føroyskum seinastu mongu árini, er stutta greinin, vit lósu í bløðunum herfyri undir yvirskriftini ?Yvirlýsing?. Ikki so nógv vegna tann partin av innihaldinum, sum viðvíkur teimum sokallaðu samkyndu, men vegna tað opinlýsu uppgerð við grundarlagið, ið samfelag okkara higartil hevur hvílt trygt á.

Kristna grundarlagið
Tó ymisk í mongum, so man felagsnevnarin fyri flestu føroyingar vera kristna trúgvin. Hjá summum meira opin og sjónlig, hjá øðrum meira stillfør, men hjá flestu trygdin í dagliga degnum og álitið at leita til, tá annað svíkur.
Jú, meir enn so hoyrast røddir, ið royna at gera upp við hetta, men tær hava verið fáar og spjaddar.

Fordómsfull humanisma
Í andsøgn til kærleika Kristusar, ið elskar og tekur ímóti okkum hóast brek og veikleikar, hava vit humanismuna, hvørs grundhugsjón er at seta skapningin ? menniskjað ? í sentrum heldur enn Skaparan. Tí síggja vit m. a. altíð humanismuna verða framhevjaða av teimum, sum føra seg fram sum mótstøðumenn teirra kristnu.
Líkheitin millum orðini humanur og humanisma gevur óiva humanismuni eitt good-will, ið henni als ikki tilkemur, tí í botn og grund er hon beinleiðis vandamikil, júst tí hon, sum í omanfyrinevndu grein, verður sett ístaðin fyri kristindómin. Bíblian boðar hinvegin, hvussu svikaligt tað er at seta álit sítt á menniskjað, og munnu ikki flestu okkara kenna hetta, í hvussu so er frá okkum sjálvum. Heilt frá skapanardøgunum og upp til dagin í dag, har dagliga millum 50 og 60 kríggj eru í gongd, boðar veruleikin okkum júst hetta, at tað sjáldan er tað góða í menniskjanum, sum vinnur. Tí framdi Gud frelsuætlanina, sendi Son sín í deyðan okkara vegna, so vit í áliti á Hann, og ikki okkum sjálvi, kunnu verða bjargað.

Ein hóttandi yvirlýsing
Úr yvirlýsingini endurgevi eg:
... ?hetta kann als ikki góðtakast í einum siviliseraðum og demokratiskum samfelag, sum byggir á humanistiska siðvenju?....
.....?tí mótmæla vit harðliga, at ávísar átrúnaðarligar skriftir og tulkingar skulu vera grundarlag undir landsins lóggávu?...

Ikki eitt orð í yvirlýsingini um Føroyar sum eitt kristið samfelag, nei, vit lesa um, at samfelagið byggir á humanistiska siðvenju, og at man ikki ynskir, at ávísar átrúnaðarligar skriftir og tulkingar skulu vera grundarlag undir landsins lóggávu.
Eg fái meg ikki at trúgva, at summi teirra, ið sigast hava skrivað undir, hava lisið orðini, áðrenn tey nýttu hond sína, men tað fáa vit kanska høvi til at hoyra frá teimum sjálvum, um so er. Tí hesi brotini eru, sum eg nevndi í byrjanini, álvarsligasta hóttanin, sum signaða føðiland okkara hevur verið fyri í minniligar tíðir.

Áheitan um at biðja
Tí hendan inniliga áheitan á allar føroyingar, sum dagliga seta álit sítt á Skapara himins og jarðar og hvíla í ørmum Hansara: Biðið fyri landi okkara! Lat Gud og Faðir okkara, sum gav alt fyri okkum, merkja, at vit seta álit á Hann, hjálp og umsorgan Hansara og einki annað. Og latið okkum biðja fyri teimum, sum verða svikin vegna tað, at tey seta álitið á menniskju, at tey mugu leita aftur til Faðirin fyri har at fáa veruligu hjálpina.

Viðvíkjandi teimum kynsvillu
Tú hjálpir ikki einum neyðstøddum, t.d einum, ið hevur rent seg fastan í bjørgunum ella einum, ið er um at drukna, við at rópa á hann, at hann ikki skal kenna seg fordømdan. Gert tú tað, ístaðin fyri at rætta honum hondina ella línuna, so svíkur tú hann. Bert við at bjarga honum úr neyðstøðuni, veitir tú honum hjálp. Alt annað er tómt tos, miskunnar- og skilaloysi.
Teimum kynsvillu tørvar hjálp, somu hjálpina, ið vit øll tørva í øllum lívsins viðurskiftum. Søgan og dagligdagurin prógvar, hvussu veik vit eru, hvussu okkum aftur og aftur tørvar umsorgan, hjálp og verju himmalska Faðirs okkara. Tað kann vera við so mongum, men altíð er Hann har, tá vit kalla á Hann, Hann fyrigevur okkum og hjálpir.
Túsundir av kynsvillum hava upplivað frælsið, sum Faðirin veitir teimum, ið leita til Hansara. Mong teirra eru í dag virkin í at hjálpa øðrum, sum enn eru bundin. Øll siga frá tí tyngjandi trælalívi, tey livdu, og frá tí frælsi, tey funnu.

Boðanin í samkomum okkara
Í øll tey ár eg havi havt mína gongd í samkomur og millum trúgvandi, havi eg ongantíð hoyrt talur ella boðskapir, ið eru vend móti øðrum enn syndini og honum, ið stendur aftanfyri hesa, t.e. djevulin. Boðskapurin er og hevur verið hin sami, ein kærleikans boðskapur til allar syndarar, øll neyðstødd- herímillum eisini tey sokallaðu samkyndu. Ongantíð minnist eg at hava hoyrt prædiku móti menniskjum, heldur ikki fyrrnevndu.
Áugavert hevði verið at sæð dømir og ítøkilig prógv frá teimum, ið føra tað mótsatta fram. Prógv heldur enn pástandir, tí grundleysir pástandir boða bert frá fordómum- og slíkir hoyra ikki heima í einum upplýstum samfelagi sum tí føroyska. At so mong teirra, sum í hesum døgum tykjast kappast um at føra fram grundleysar pástandir, bera lærd heiti ger bert skommina størri og tænir ongum, allarminst teimum, ið so sáran tørva hjálpandi hond heldur enn mjúk orð, ið lata teg óhjálpnan og neyðstaddan eftir.