Fyri nøkrum árum síðani bleiv nógv gjørt burtur úr at vit í Føroyum høvdu eitt stórt undirskot av kvinnum í barnsburðaraldri. Hesi tíðindini eru síðani borin runt heimin og fleiri sjónvarpslið eru komin til Føroya at lýsa hetta fyribrigdi nærri.
Nú hevur avstralska sendistøðin SBS sent sínar upptøkur, sum sendingin Dateline gjørdi í summar. Sendingin vísir, hvussu føroyskir menn nú nýta tænastur á netinum til at finna sær makar úr Asia ella Afrika og soleiðis gerast Føroyar meir fleirmentaðar.
Í Føroyum hitta tey millum annað Bjørn Kallsoy, Boga Hentze og Lenu Jacobsen. Bjørn leitar eftir eini at gifta seg við, Bogi hevur gift seg við einari, og mamma Lenu kom til Føroya úr Teilandi og gifti seg við einum føroyingi.
Bernadine Lim eitur kvinnan, sum hevur gjørt sendingina og sigur hon, at hon skrásetti seg á eini av hesum online-dating-tænastunum fyri føroyingar og kom soleiðis í samband við menn, sum vildu siga sína søgu.
Bernadine Lim er sjálv av malaysisk-kinesiskari ætt, men býr í Nýsælandi, og roynir at seta seg í støðuna hjá asiatisku kvinnunum, sum hon hittir í Føroyum.
- Eg vænti, at fleiri av kvinnunum, sum vit hava tosað við, hava upplivað rasismu á onkran hátt, men hetta er eitt lítið stað, og sjálvt tað vit streingja á, vil eingin teirra siga nakað serligt um, hvørjar avbjóðingar tær hava havt, uttan veðrið og fjarskotnu støðuna, sigur hon.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja sendingina.