Kærleikans mongu andlit

Hann situr í einum boeing 747 og hyggur niðurá ein týskan milliónbý. Við vindeygað situr ein yndislig 25 ára gomul verðinsdama, sum hevur roynt seg sum filmsstjørnu í Rom og arbeitt sum stylistur í New York. Høgrumegin situr ein troyttur droymari og frammanfyri ein umstríddur prestur úr Klaksvík

Steintór Rasmussen
??????????????????


Hann situr í einum Boeing 747 og hyggur niðurá ein týskan milliónbý. Við vindeygað situr ein yndislig 25 ára gomul verðinsdama, sum hevur roynt seg sum filmsstjørnu í Rom og arbeitt sum stylistur í New York. Høgrumegin situr ein troyttur droymari og framman fyri ein umstríddur prestur úr Klaksvík.
? Tað er ótrúligt at hugsa sær. Fólk eru allastaðni. Spennandi menniskju og onnur, sum ikki hava nakrar ætlanir við lívinum.
Brandur er prátingarsamur og nýtir túrin eins og ferðalagið. Hann og eysturríksa ævintýrgentan, Julie, svinga longu væl saman. Hon arbeiðir nú sum modelskapari í Cape Town og hevur egnar meiningar um poppmusik og ungu gentunar, sum bjóða seg fram í undirhaldsverðini.
? Eg havi roynt tað og eg kenni prísin. Ein sangari má eisini kenna síni mørk og sítt virði. So take care of your self, Brandur!
Klokkan mundi vera farin av midnátt, tá stálfuglurin frá Lufthansa náddi fremmanda heimspartinum. Uttan fyri var bølamyrkt, men á skígganum fylgdu vit rutuni hjá týska flogfarinum. Bara tað at flúgva uppi yvir primitivum landsbygdum, oyðimarkarvíddum, villum frumskógi, fjallaketum og sovandi stórbýum er ein serlig kensla. Men tað var við tropiskum summarfuglum í búkinum vit sóu fram til tað, sum nýggi dagurin og ferðin í Suður Afrika hevði at bjóða.
Tað var Sámali Bláhamar og konuni Tórhardu fyri at takka, at Brandur nú slapp at royna seg á so fjarum leiðum. Tey umboða fyritøkuna Enjo, sum selir vaskiamboð, klútar, handskar og líknaði í Føroyum. Sjálvur vísti Brandur sítt andlit og síni evni fyri nøkrum av fremstu umboðunum hjá Enjo um borð á Norðlýsinum á sumri 2002, tá ið hesi vitjaðu og hildu fund í Føroyum. Sámal, sum sjálvur er íðin fyriskipari, helt at tað hevði verið ein serligur møguleiki hjá Brandi at sloppið til Cape Town, har 450 seljarar og umboðsfólk hildu stevnu undir Enjo-paroluni Clean The World. At syngja og umboða eina fyritøku, sum ger umhvørvið reinari, var lætt at siga ja til.
Men hvat gjørdi so presturin í ferðalagnum. Jú, Hans Eiler Hammer hevði frá einum reiðaríi í Klaksvík fingið ein ferðaseðil til Suður Afrika. Fyrr í ár varð peningur savnaður til børn við aids og gøtubørn í Cape Town, og í hesum sambandi hevði prestur eisini knýtt vinabond við bæði Nazaret House og My Life Projet, sum virka millum heimleys børn og ungdómar í stórbýnum.
Undir brennandi summarsólini søgdu vit á flogvøllinum presti farvæl. Hann skuldi hitta Linzi, ta lokalu Móðir Teresu, í býnum, meðan okkara leið gekk við bussi fram við nógvu markunum av vínrunnum til Stellenbosch, ella eisini Spier Hotel, har vit skuldu gista. Bláhamar og konan vóru farin nakrar dagar frammanundan.
Á motorvegnum frá flogvøllinum fingu vit sjón fyri søgn. Cape Town er annað enn hvítar strendur, fangaoyggin hjá Nelson Mandela, Robbin Island, kenda Taffelfjallið, marglætisbygningar og afrikonsk mentan. Framvið vegnum sóu vit kilometrar av fátækamannabýlingum, í túsundavís av kroysum gjørdar úr blikkplátum og avlopsviði. Vit undrast og spyrja, um fólk veruliga kunnu liva undir slíkum umstøðum.
? Jú, her búgva tey allar fátækastu. Tey hava hvørki vatn ella ravmagn. Ofta eru tað ólógligir innflytarar úr grannalondunum. Fólk, sum heldur ongi borgararættindi hava, veit ferðaleiðarin at siga frá.
Brandur, sum ongantíð áður hevði verið so langt heimanífrá, tosaði enn einaferð um hendan framúr møguleika hjá nútíðar menniskjum at kunna ferðast so skjótt og so langt. Og júst hetta at flúgva um landamørk og gjøgnum árstíðir fyri at syngja undir stjørnunum á sunnara jarðarhálvu, vórðu eisini innleiðandi orðini hjá Brandi, tá ið hann tveir dagar seinni stóð á pallinum og sang og hug stóra mannfjøld frá tilsamans 14 ymiskum londum í Cape Town.
Men áðrenn hesa framførsluna hendi nógv annað spennandi, sum vælumtókti unglingin úr Føroyum sjálvur kann seta orð á:
? Tað fyrsta kvøldið var nakað heilt fyri seg. Skipað varð fyri einari serligari móttøku á einum víðavangi, har vit upplivdu afrikanskan dans, trummusláttur og kórsang og annað forvitnisligt. Alt umhvørvið og tónleikurin var so upprunaligt og livandi, at eg var púra vekk eina løtu. Hetta kvøldið sluppu vit veruliga at hoyra, síggja og smakka eina fjarskotna áhugaverda mentan.
Longu dagin eftir, at Brandur var komin til Cape Town, var hann saman við einum minni fylgi og vitjaði Nasareth House. Hettta var ein sorgblíð og sterk løta. Børnini, sum øll hava aids, flokkaðust um okkum, og ikki minst um unga dreingin, sum tey vistu fór at syngja fyri teimum. Hóast vit ikki steðgaðu so leingi í heiminum, so stendur minnið livandi og klárt. Børnini, sum hálvsfevndu sangaran av Tvøroyri og sótu við rundum eygum og lýddi á, tá ið Brandur sera skilvíst greiddi frá, at í Føroyum høvdu nógv fólk hugsað um tey og sungið fyri teimum, og at tað var ein heilt serlig gleði hjá sær at vera saman við so nógvum fittum børnum í Nasareth House. Framførslan endaði við at øll børnini klappaðu og sungu til kenda lagið "Oh, When the Saints", meðan Brandur blásti í trompetina.
At børnini á Nazareth House búgva og liva undir góðum og skipaðum viðurskiftum, kann tað ikki valda nakar ivi um. So leingi, sum tey orka og eru frísk, ganga børnini í skúla og hava góðar umstøður at mennast í og virka í. Tey sjúkastu børnini, tey sum eru seingjaliggjandi, vórðu tíbetur spard fyri okkara forvitni.
Nasareth House hevur nógvar góðar verjar og stuðlar kring allan heim. Eitt nú hava enski forsetin Tony Blair og sangarin Sir Elton John givið arbeiðinum ans og latið gávur til heimið. Men hjálpararbeiðið í Suður Afrika er meiri og annað enn tey 70 børnini, sum hava innivist í heiminum, sum er uppkallað eftir heimbygd Jesusar.
At virka millum gøtubørnini í Cape Town er fyri Linzi Thomsen eitt lívsprojekt ella eitt kall. Seinastu mongu árini hevur hon reikað úti um næturnar og hjálpt illa fyrikomnum børnum og unglingum, borið teimum mat og klæði, roynt at fingið tey burtur úr ringasta lortinum, at fáa tey í skúla og at trúgva uppá eina framtíð. Saman við øðrum óløntum hjálparum roynir hon at geva illa støddum børnum í Cape Town eina vón og so nógvan kærleika sum tilber.
Tað var ein øðrvísi býtúrur, sum vit fingu saman við Linzi og ungu afrikonsku popstjørnuni Freda, sum sjónvarpsliði frá Chanel 4 nýliga hevur fylgt frá tónleikadreymi til meiningsleysa lívið á gøtuni. Hesaferð eru vit á einum sokallaðum ótryggum umráði, har vit als ikki áttu at ferðast. Men tað er onki at vera bangin fyri, tá tú ert í lag við teimum røttu.
? Ongin leggur nakað í hesi børnini. Tey verða bankað av politinum og eru allatíðina í vanda fyri at verða neyðtikin og misbrúkt. Hesi børnini eiga onki. Tey selja seg sjálvi fyri reint vatn og eina máltíð. Nógv av børnunum hava aids og tí vil samfelagið ikki gera nakað fyri at hjálpa teimum, men trupulleikin er, at tey doyggja ikki av sjúkuni, sigur Linzi og hon ballar ikki tingini inn: "They are prostitute. They fuck for clean water and for food."
Brandur fær eisini eina hjartaliga móttøku á gøtuni. Linzi fortelur um Brand, at hann syngur til konsertir og at hann hevur útgivið fløgur. Børnini flokkast um føroyingin. Tey eru ikki von við at uppliva fyrimyndarligan ungdóm, at síggja dreingir á teirra aldri, sum liva eitt spennandi lív og hava eina ljósa framtíð.
? Tú mást koma aftur og syngja fyri teimum ungu í Suður Afrika. Hetta landið er sum hin vakrasti ælabogin. Her eru allir litir og møguleikar.
Og aftan fyri Cape Town svevur sólin. Visti tú tað, Brandur?!

Tað er lætt at siga farvæl við matstovurnar og hotellini. Og tað er ivaleyst nokk at eiga nøkur postkort við vakra útsýninum yvir milliónbýin og krystallbláa Atlantshavið. Brandur keypti sær eina hondgjørda trummu, sum kann signa hansara tónleikaeydnu.
Men gøtubørnini fara ikki úr huganum. Sangurin í hjørtum er framvegis livandi. Spurningurin er bara hvussu leingi?