Nú um dagarnar fekk landsstýrið nýtt álit um framtíðina hjá kommununum í Føroyum. Sera stórt arbeiði er lagt í hetta álit, sum eisini hevur mangar áhugaverdar niðurstøður. Høvuðstilmælið er greitt: Føroyar skulu í framtíðini bara hava millum 7 og 9 kommunur ella kommunueindir. Hetta er greið tala og í tráð við tað, sum m.a. undanfarni formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen endaði nærum hvørja talu og grein sína við. Og mong eru helst tey, sum eru samd við hesi niðurstøðu.
Vit hava leingi havt meira enn 50 kommunur í hesum lítla oyggjalandi. Tær hava so uttan iva tænt sínum endamáli og tørvi, og eru ein orsøkin til, at nógv menning er farin fram kring alt landið. Tað hava summi mett sum eina styrki, meðan onnur hava hildið tað vera tað reina galimatias. Torført er at broyta nakað so fastgrógvið sum eina aldargamla kommunuskipan. Tað hava fyrrverandi og núverandi politikarar sannað. Tó so at tíðarandin kortini hevur megnað at fáa talið niður á umleið 30 kommunur. Nú er spurrningurin, hvussu vit koma niður á tað magiska talið uppá sjey ella fyri tað nýggju kommunueindir.
Við øllum afturvendandi prátinum um at flyta stór málsøki so sum skúla og eldraøki út til kommunurnar at umsita er eisini komin meira ferð á ynskið um at fækka talið á kommunum. Til ber nevniliga ikki at varðveita allar tær mongu smærri kommunurnar og samtíðis tilrættaleggja soleiðis, at skúlin og eldraøkið verða flutt til kommunurnar at umsita. Fortreytin fyri einum slíkum útviklingi eru størri eindir. Tað var tann tíð, tá tað var ein sjálvfylgja og ein styrki at varðveita eitt nú skúlan í lokalumhvørvinum. Men fíggjarliga er als eingin meining í tí longur. Eisini er infrakervið so nógv útbygt, at tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki at fara í skúla í grannabygdini.
Tað er tí hugaligur lesnaður, tá seinasti arbeiðsbólkurin, kemur til eina so greiða og skilagóða niðurstøðu. Og hann skjýtur eisini upp at halda kommunuval aftur í 2010. Til ta tíð má so vera púra greitt, hvat politikararnir vilja og ætla.
Hetta málið hevur verið frammi aftur og aftur, og sum heild hevur verið semja um at hava færri kommunur. Frá politiskari síðu varð tí avgjørt at seta kommunum krav um samanlegging gjøgnum fólkaatkvøðu. Hetta hevði við sær, at talið á kommunum minkaði nógv men ikki nóg nógv. Nú skal so seinasta takið takast, og vónandi megna okkara politikarar at brúka seinasta tilmælið til nakað ítøkiligt. Einar framtíðar Føroyar og komandi ættarlið hava krav uppá, at landsins tilfeingi verður troytt og brúkt á skilabesta hátt. Vit eru so fá, at eindirnar, tað verið so kommunur, skúlar og aðrir stovnar mugu gerast størri. Skilagóð og væltilrættaløgd rationalisering og effektivisering mugu gerast ein størri og meira náttúrligur partur av samfelagsmenningini – á flestøllum økjum.