Kærkomin kæra

ÍTRÓTTARKLUMMAN:

Tað er púrasta burturvið, at Kappingar- ella Dómsnevnd taka støðu til prinsippmál, so tað er fyri neyðini, at Neistin hevur gjørt av at kæra úrskurðin um dystin móti VÍF.

 

 

Hóast tað eru seks vikur, síðani Neistin í sannari málveitslu vann tepran 38-37 sigur á VÍF, er enn ikki greitt, um hetta úrslitið verður standandi.

Kappingar- og dómsnevndin hava báðar gjørt úrskurð um, at dysturin skal spælast av nýggjum, tí dómaramistak fyri steðgin bar við sær, at VÍF misti eitt mál, sum teir hildu seg hava vunnið.

Neistin hevði til í dag møguleika at kæra málið til ítróttardómstólin, og tíbetur hevur felagið eisini tikið avgerð um at kæra málið. Vanliga er júst tað at senda kærur inn um dystir ikki at meta sum nøkur dygd, men í hesum førinum er málið somikið prinsipielt, at tað eigur at verða viðgjørt av hægst møguliga myndugleika.

Tí tað er púrasta óskiljandi, at Kappingar- og Dómsnevndin komu til sínar niðurstøður. Tað kann væl vera, at avgerðin er røtt, men tað er óskiljandi, at nevndirnar við hesum einsæris skapa fordømi. Heldur skuldi bólturin skjótast gjørligt verið tveittur til dómstólin við boðum um, at tað er uttan fyri heimildirnar hjá Kappingar- og Dómsnevnd at skapa fordømi av hesum slag.

Reglugerðin fyri dómsnevndir innan ÍSF staðfesta, at hesar ikki hava heimild at broyta dómarans meting undir dysti. Ein orðing, sum áður hevur verið tulkað somikið strangt, at hetta eisini er galdandi fyri mistøk, har talan ikki var um dómarans meting, men um beinleiðis mistak, sum var ikki var í tráð við reglurnar.

Tað málið, sum stavar frá dystinum millum B36 og B71 í 2000, var beinleiðis orsøk til, at ferð aftur kom á arbeiðið at skipa føroyskan ítróttardómstól. Enntá ein dómstólur, sum fyri tveimum árum síðani staðfesti, at tað ber ikki til hjá hvørki Kappingar- ella Dómsnevnd hjá HSF at skapa nýtt fordømi, grundað á einstakt mál. Ein læra, sum nevndirnar tó ikki tykjast hava lært tað minsta av.