Ákærin og løgregluovastin sami persónur

Finnur Helmsdal, limur í rættarnevnd løgtingsins

Nú fjølmiðlarnir hava sett ljóskastaran á lokalnevndina hjá løgtinginum sum óvirkin og óarbeiðslig kærunevnd í løgreglumálum, so hevði tað kanska eisini verið viðkomandi at sett fokus á leiklutin hjá Fútanum í Føroyum um somu tíð.

Til tess at tryggja landsins borgarum so fræga rættartrygd, sum tilber, hava vit m.a. kærunevndir. Lokalnevndin hjá løgtinginum verður mett sum kærunevndin, føroyingar kunnu venda sær til, um teir kenna seg illa ella skeivt viðfarnar av løgregluni. Men lokalnevndin er í veruleikanum ikki nøkur kærunevnd, sum kann tryggja rættartrygdini í mun til løgregluarbeiði nevnivert. Lokalnevndin er í ávísan mun eftirlitsnevnd, men hon kann ikki taka kærumál upp til veruliga viðgerð. Hetta tí arbeiðssetningurin hjá nevndini er avmarkaður til bert at snúgva seg um at kanna, um eitt mál er nøktandi upplýst. Veruliga kærunevndin hjá føroyingum í slíkum førum er tí donsku stovnarnir Politiklagenævnet ella Ríkisadvokaturin. Danir hava langt síðan fingið eina aðra og nógv meira óhefta kærunevnd at meta um teirra løgregluarbeiði.
Tað hevði tí verið meira enn viðkomandi, um okkara myndugleikar sum skjótast fóru undir at fremja broytingar soleiðis, at eisini føroyinginum kann tryggjast rættartrygd, tá tað um løgregluarbeiði ræður.
Nú skal hetta ikki skiljast, sum at føroyska løgreglan fer serliga illa og skeivt við fólki. Rættartrygd í hesum føri merkir, at ivi ikki skal valda, um kærunevndin er óheft ella ei. Kærunevndin eigur eisini at hava ein nógv størri heimildir og víðari arbeiðssetning, enn lokalnevndin hevur ídag. Og so skulu tey, sum manna kærunevndina, sjálvandi ikki hava samanfallandi áhugamál við tann bólkin, sum viðgerast og kannast skal.
Skilja fútan og løgregluna sundur
Ein minst líka álvarsamur spurningur viðvíkjandi rættartrygd í mun til arbeiðið hjá løgregluni er leiklutur Fútans. Fútin í Føroyum er nevniliga ikki bara ákæri í málum viðvíkjandi lógarbrotum, fútin er samstundis ovastur fyri føroysku løgregluni. Tað vil siga, at Fútin stendur á odda fyri tí kanningararbeiði, sum vanliga er grundarlagið undir ákærunum. Nú skal ein ikki sita og skriva, at føroyska løgreglan í sínum kanningararbeiði í einum og øllum gongur ákæruvaldinum til handa, men tað er væl skiljandi, um onkur hevur lyndi til at ivast í rættartrygdini hjá teimum, sum sita á ákærubonkinum.
Einki man vera so sjálvsagt sum tað, at kanningararbeiðið í einum máli, sum helst fer at koma fyri rættin, ikki eigur at verða útint av stovni, sum hevur høvuðsákæran sum ovasta stjóra. Tá so er, kann ein ongantíð, hóast ein so fegin vil, tryggja nøkrum sum helst fulla rættartrygd. Ivin fer altíð at gera hetta ómøguligt. Og tá so er, er ongan tíð ov skjótt, at vit fara undir miðvíst at skilja Fútan frá løgregluni.
Sammeta vit okkum við Danmark síggja vit, at ákæruvald og løgregla eru skild at fyri langari tíð síðan. Hví man hevur valt at varðveita óhepnu skipanina í Føroyum, er ein góður og viðkomandi spurningur. Føroyingar hava í hvussu eins stóran tørv og rætt til rættartrygd, sum øll onnur.