Ákærin ger ikki fleiri kanningar

Ákæruvaldið hevur í dag tikið avgerð um at gevast við kanningunum í samband við arbeiðsóhappið á Glyvursnesi tann 24. juli 2019, tá ið ein dumpari koyrdi út av og ein ung kvinna læt lív, skrivar løgreglan

 

Avgerðin byggir á niðurstøðuna hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum staðfestir, at eingi mekanisk ella teknisk brek vóru við dumparanum, og at arbeiðið hevur verið lagt til rættis á tryggan og skynsaman hátt, skrivar løgreglan.

Somuleiðis hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki staðfest feilir í arbeiðsumhvørvinum, sum kundu viðføra álvarsliga óhappið.

Ákæruvaldið hevur út frá hesum mett, at arbeiðsgevarin ella onnur hava ikki framt nakað revsivert.

Ákæruvaldið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.