Ákærin einmælt valdur

Annan páskadag varð argentinski Luis Moreno Ocampo formliga valdur til høvuðsákæra hjá nýggja altjóða revsidómstólinum í Haag.
Luis Moreno Ocampo fekk atkvøðurnar hjá øllum teimum 78 londunum, sum higartil hava viðurkent dómstólin, ið skal viðgera álvarssom krígsbrotsverk ímóti mannaættini. Roknað verður við, at hann verður tikin í eið tann 16. juni.
Ocampo var í áttatiárunum ein av undangongumonnunum fyri at fáa fyrrverandi argentinska hernaðarstýrið drigið fyri rættin, og longu fyri trimum vikum síðani var greitt, at hann fór at verða tilnevndur høvuðsákæri við nýggja dómstólin.