Fuglafjarðar Sangkór, ið júst hevur verið í Íslandi á sangferð, vitjar í Klaksvík sunnudagin. Sunnudagin kl. 16.00 verður konsert í Christianskirkjuni, og óhoyrararnir hava nógv gott í væntu. Blandað kór, gentukór, solosangur, urguspæl, trompet við klaver og ikki at gloyma kingosang. Kórleiðari er Frits Johannesen, Heðin Kambsdal spælir urgu, Eyðun á Lakjuni klaver og Johan Hentze trompet.
Meir verður at frætta um ferðina hjá fuglfirðingum í Íslandi í blaðnum týsdagin.