Ákæri: Vit hava ítøkilig prógv fyri at Madeleine McCann er deyð

Týskur ákæri í málinum um Madeleine McCann, sum hvarv: Vit hava ”ítøkilig prógv” fyri, at hon er deyð.

Ein týskur ákæri í málinum um bretsku gentuna Madeleine McCann, sum hvarv, sigur, at hann hevur ”ítøkilig prógv” fyri, at hon er deyð.

– Vit hava ítøkilig prógv fyri, at saknaða Madeleine McCann er deyð, sigur Hans Christian Wolters, ákæri í Braunschweig.

– Tey ítøkiligu prógvini, sum vit hava – eru ikki bara ábendingar, leggur Wolters dent á, sum sigur, at hann ikki fær almenna kunngjørt nágreiniligar upplýsingar.

– Vit hava ikki rættarlæknalig prógv upp á hvussu Madeleine er deyð – sum til dømis eitt lík, leggur hann afturat. 

Hans Christian Wolters, sum hgevur kannað 13 ára gamla málið um Madeleine McCann, suym hvarv í Portugal, hevur sambært bretsku Sky News skrivar eitt bræv til foreldur hennara, kate og Gerry McCann. Men foreldrini hava á heimasíðu síni skrivað, at frágreiðingar um hetta sambandi ikki eru sannar.

Fyri tveimum vikum síðani gjørdist greitt, at ein 43 ára gamal týskari er mistonktur fyri at hava burturflutt og helst dripið gentuna.

Gongin í bretska málinum hevur eisini fingið belgisku løgregluna at kann, um maðurin hevur samband við eitt óuppklárað mál í 1996.

Madeleine McCann var trý ár, tá hon hvarv á familjuferð í Portugal í 2007.

Tann 43 ára gamli mistonkti er fyrr dømdur fyri millum annað kynsligan ágang ímóti børnum og fyri at hava neyðtikið eina kvinnu.

Sambært lokalum miðlum eigur tann 43 ára gamli maðurin eina bygning nærindis, har gentan hvarv, og hann var í økinum tann dagin, Madeleine McCann hvarv.

/ritzau/AFP