Allir løgtingslimir og landsstýrislimir skulu leggja alment fram, hvørji størv tey hava afturat tí politiska starvinum og hvat teir fáa í løn fyri hesi eykastørv.
Tað heldur Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
Hann fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at allir løgtingslimir og øll landsstýrisfólk, skulu almannakunngera, hvat tey hava av størvum, nevndarsessum o.a., afturat tí politiska starvinum.
Hetta skal eisini verða galdandi fyri tey, sum stilla upp til val.
- Í nógvum londum hava politikarar skyldu til at almannakunngera, hvørji fíggjarlig áhugamál, teir hava, sigur hann.
- Samstundis verða allir hesir upplýsingar lagdir alment fram, so at veljarin veit akkurát, hvat valevni fáast við uttanfyri politikk og hvørji fíggjarlig áhugamál, vælevnini annars hevur.
Ein dygd ella ein vansi
Kári á Rógvi staðfestir, at vit hava reglar fyri, hvat ein politikari kann hava av almennum størvum afturat starvinum sum løgtingsmaður.
Hinvegin er onki mark er fyri, hvat ein løgtingslimur kann hava av privatum størvum og nevndarsessum o.s.fr.
- Og nú vil eg hava, at hesi størv, nevndarsessir og fíggjarligu áhugamál annars, skulu almannakunngerast fyri veljaran, so at hann eisini kann taka tann vinkulin við, tá ið krossurin skal setast, sigur hann.
- Tað er væl hugsandi, at onkur veljari heldur, at tað er ein dygd, at ein politikari hevur nógv jørn í eldinum, tí so veit hann kanska meiri um, hvat hendir í samfelagnum. Men tað er eisini væl hugsandi, at onkur annar veljari heldur, at ov nógv hjástørv, er ein vansi fyri tað politiska arbeiðið.
- Undir øllum umstøðum haldi eg, at veljarin eigur at hava allar hesar upplýsingarnar, so at hann veit, hvønn hann velur.
Hann ætlar at hava uppskotið klárt at leggja fyri Løgtingið í seinasta lagi um mánaðarskiftið februar-mars.
Ósannindi um Kára
Kári á Rógvi sigur, at tað er ikki brádliga íkomið, at hann hevur fingið hugskotið um at tað skal vera alment, hvørji størv, politikarar hava afturat sínum politisku størvum.
- Hugskotið rann framm fyri meg fyri einum ári síðani, tá ið ein av okkara fremstu politikarum var í Kringvarpinum og greiddi Føroya Fólki frá, at eg hevði so nógv alment arbeiði afturat mínum løgtingssessi, at eg tjenti meiri uttanfyri Løgtinginum enn eg gjørdi sum løgtingsmaður.
- Hesi ósannindi sluppu at standa ósvarað, tí tíðindafólkini høvdu ongastaðni at sláa upp fyri at eftirkannað páhaldið.
Síðani hava leysasøgurnar um almennu lønirnar hjá Kára á Rógvi vundið upp á seg og tað seinasta, ið er komið okkum á Sosialinum fyri oyrað, er, at hann tjenar eina slaka millión á Fróðskaparsetrinum.
- Slíkur sum hesar kunnu bara ganga sum rótasúpan í einum landi, sum byggir á eina mentan, har alt skal vera loyniligt.
- Veruleikin er, at mín løn á Fróðskaparsetrinum liggur um 20.000 krónur um mánaðin, sigur Kári á Rógvi.









