Kári trýr ikki sær sjálvum

Man tað bara var tí, at Aksel V. Jo­hann­esen er misunniligur – ella hvat er problemið við, at Kári Post fær sín tunnil nú? Og hvat ger tað, um hann kost­ar 800 milliónir meira? So­leið­is fáa vit tvær flugur við eitt smekk: Kári fær sín minn­is­varða, og framtíðin hjá Gamla Sjálvstýrinum verður tryggj­að. Tí valla verður tað Krist­ianna, sum bjargar gamla flokk­inum við at lata sam­kynd ganga í hjúnalag. Men Kári Post verður við stats­gar­an­tii afturvaldur, um hann fær sett skjøtul á sín minn­is­varða fyri valið.

Og vit eiga kanska heldur ikki at siga Kára Post ringan fyri ikki at trúgva sínum egna stovni, Landsverki, sum sig­ur, at tunnilin kostar 800 milli­ónir krónur meira við at Kári letur privatar loysa upp­gáv­una. Ella sum Kári segði við sjónvarpið:
– Eg haldi tað vera púra full­kom­iliga ógjørligt at siga, at man trýr henni ella ikki. Hann meinti altso við met­ing­ina, sum hann sjálv­ur gjøgnum Landsverk hev­ur gjørt. Jú, tað er sama lands­verk, sum metti um Markn­a­gils­dep­iln og rakti 50 prosent við­síðuna­av.
So tær 800 milliónirnar hjá Aks­el Johannesen kunnu eins væl verða 200 milliónir, ella 1,6 milliard, alt eftir, hvønn veg Landsverk roknar skeivt.
Men passandi hevði verið at reist eina standmynd av post­mann­inum í rund­koy­r­ing­ini undir Raktanga...