Í vikuni lat lat forvitnislig listaframsýning upp í Kringvarpinum, og hon er eisini opin nú á ólavsøku. Tað er Kári Svensson, ið sýnir fram, og heitið á framsýningini er “Mítt innara landslag”.
Á framsýningini eru tilsamans 23 málningar, størri og smærri, við einum summarligum dámi og íblástri úr Norðoyggjum.
Listamaðurin hevur av álvara gagnnýtt hæddina í høllini við størri málningum í tveimum hæddum.
Framsýningin er opin dagliga frá klokkan 09 til klokkan 18 - leygardagar frá klokkan 10 til klokkan 14. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin frá klokkan 14 til klokkan 20.










