Kári Svensson í Listasavninum

Í morgin letur upp framsýning í Listasavninum við málningum hjá Kára Svensson í sambandi við at savnið gevur út bók um listamannin

Tað er savnsleiðarin á Ribe Kunstmuseum, Dagmar Warming, cand.mag. MA, ið hevur skrivað nýggju bókina um Kára Svennsson.

Í bókini vísir hon millum annað á, at menningin hjá Kára Svensson sum listamálara ikki er reglurøtt, men meir at kalla klingrut

- Hendan menning snýr seg um, at árstíðirnar fara í ring, og tað sæst týðiliga aftur í listaliga myndframburðinum ? serliga tí ið viðvíkur litfjølini. Tú gerst eisini varugur við, at hansara list snýr seg ikki bara um náttúruíblástur, men ofta um eina stilla tilverudimensjón. Haraftrat kemur gleðin í tí at mála, skrivar Dagmar Warming.

Bókin telur 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við eini 70 myndum.

Framsýningin letur upp í morgin klokkan 17, og verður tað Dagmar Warming sum bjóðar vælkomin.

Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini, har Lena Andersen og Niclas Johannesen eisini luttaka við tónleiki.

Framsýningin er opin til 8. mars