Kári skal døma Gilla og Brann Bergen á útivølli í annaðkvøld

Kári J. á Høvdanum, Andrew Christiansen, Jan Hermansen og Alex Troleis skulu døma dystin Shamrock Rovers-Brann Bergen í annaðkvøld

Ein føroysk dómarakvartett fær eina spennandi uppgávu í Europa League undankappingini í annaðkvøld klokkan 20.

Kári J. á Høvdanum verður høvuðsdómari, Andrew Christiansen og Jan Hermansen verða hjálpardómarar, og Alex Troleis verður fjórði dómari tá Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen spæla útidyst í Europa League undankappingini móti Shamrock Rovers í Írlandi.

Fyrri dysturin á Brann leikvøllinum í Bergen endaði við javnleiki 2-2, so tað er Shamrock Rovers sum hevur munin undan seinnu uppgerðini. Gilli Rólantsson spældi allan dystin tá liðini møttust í Bergen í farnu viku. Brann var á sigurskós til bert fáir minuttir vóru eftir, men Shamrock Rovers javnaði til 2-2 heilt móti dystarenda.

Brann Bergen var betra liðið tað mesta av dystinum, men írskum liðum líkt duga teir í Shamrock Rovers eisini væl at stúta bóltarnar inn, og tað bjargaði Shamrock Rovers einum góðum javnleiki á útivølli. Júst deyðbóltarnir er tað sum teir í Brann óttast mest í returdystinum í annaðkvøld.