Kári sýnir fram í Stephanssonshúsi

Longu sum ungur byrjaði Kári Svensson at tekna og mála, og bert 14 ára gamal gjørdi hann sín fyrsta máln­ing – eitt føroyskt land­slag. Menning hansara frá at vera ein forvitin og leit­andi unglingur til ein viður­kendan, tilvitaðan og skap­andi listamálara hevur mest verið knýtt at heimstaði hans­ara – Tórshavn.

Tó var hann sum ungur eitt tíðar­skeið í Keyp-mannahavn fyri at nema sær útbúgving, og hesa tíðina nýtti hann eisini høvið til at koma inn á Kongaliga Listaháskúlan á Charlottenborg og tekna eft­ir modell. Hóast talan ikki var um undirvísing, hevði tað stór­an týdning og ávirkan, at hann her fekk høvi at vera í tí listaliga umhvørvinum. Her lærdi hann grunnlegg-jan­di kynstur, sum var við til at geva honum íblástur at ar­beiða við listini.
Verk hansara verða skap­að í einum trongum saman­hangi í Føroyum, har lista­fólk­ini eru nógv borin saman við fólkatalinum, og í ein­um listaumhvørvi, sum er trongligt og viðhvørt mis­kunnar­leyst. Hóast hetta hevur Kári Svensson ment seg frá at vera ein lista-maður við leitandi og spyrj­andi eygum aftur til undan­gongu­fólkini til at vera ein til­vit­aður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálv­ur. Undangongufólkini vóru tað ættarliðið av før­oysk­um listafólkum, ið kom heim­aftur úr Danmark eftir krígg­ið og legði støði undir ein veruligan listaheim í Før­oy­um, og sum ongantíð aftr­aði seg við at stuðla og geva nýggja ættarliðinum góð ráð.
Kári Svensson er millum ættar­liðið av føroy-skum lista­fólk­um, hvørs listarliga grund­ar­lag er føroyska lands­lagið, sum hann í sín­um lista-verkum meira og minni abstraherar frá, tó hóm­ast landslagið oftast í bak­grundini.
Mynd-evnið hjá Kára Svens­son er bygdin, fjøllini, berg­ið, hugbirtingar, náttúru­lýs­inga­r, og ofta eru bæði fólk og fuglar við í myndunum. Hann er altíð á veg, men rør aftur á gomul mið fyri so at fara víðari. Litvalið er skift­andi, bæði jarðlitir yvir í teir gyltu og sterku litirnar.
Hann hevur luttikið á nógv­um framsýningum í Før­oy­um, Danmark, Ísland, Svøríki, Álandi, Hollandi, New York, París og Singpore. Kári Svensson er ein sera virk­in nútíðarlistamaður.