Kári Árnason spældi ein branddyst í íslendsku verjuni, tá íslendska fótbóltslandsliðið tryggjaði sær ein søguligan 1-1 javnleik ímóti Portugal á leikvøllinum í Saint Etienne í Fraklandi ígjárakvøldi.
Cristiano Ronaldo vísti ikki góðan ítróttaranda, tá dysturin millum Portugal og Ísland var liðugur á leikvøllinum í Saint Etienne í Fraklandi. Tað fyrsta turkiski dómarin bríkslaði dystin av stunaði Cristiano Ronaldo av vøllinum uttan somikið at taka í hondina á einum mótstøðumanni, sum annars verður mett at verða ein góður siður í altjóða fótbólti.
Í samrøðu við altjóða miðlafólk aftaná dystin segði Cristiano Ronaldo: - Teir feiraðu tað, sum høvdu teir vunnið EM-endaspælið. Hatta er týpiski hugsunarhátturin hjá einari pinkutjóð. Tí fara teir aldrin at vinna nakað, sum helst, segði ein hvassorðaður Cristiano Ronaldo um íslendingar aftaná dystin.
Nú hevur Kári Árnason svarað aftur, og hann gevur Cristiano Ronaldo turt uppá, sum eisini sæst á Twitter-myndini omanfyri. Um Cristiano Ronaldo skrivar Kári Árnason á Twitter: - Hann er bara ein vánaligur tapari. Hann vildi ikki tapa dystin. Hvat væntar hann? At vit skulu spæla, sum Barcelona ímóti honum? Hann gongur bara runt á vøllinum og tvætlar og kavar, skrivar Kári Árnason. Aðrastaðni á Twitter skrivar Kári Árnason eisini fyri at arga Cristiano Ronaldo, at Ronaldo er ikki nakar Messi, sipandi til, at Lionel Messi sjáldan grenjar á og uttanfyri fótbóltsvøllin.
Í viðtalu við BBC sigur gamla íslendska landsliðshetjan, Hermann Hreiðarsson, sum spældi við Portsmouth, Ipswich og Charlton í Premier League og í The Championship á sinni: - Cristiano Ronaldo dámdi ikki mátan Ísland spældi uppá. Og hann bleiv steðgaður. Uppá ein máta er tað syrgiligt, at hann er ein so vánaligur tapari. Ronaldo helt, at hann kundið fáa málini handaði á einum silvurfati. Um Ronaldo hevði arbeitt líka hart á vøllinum, sum hvør einstakur íslendskur spælari, so hevði honum ikki nýtst at siga nakað, sum helst, tí so eri eg vísur í, at hann hevði fingið løn fyri sítt stríð, sigur 41 ára gamli Hermann Hreiðarsson í samrøðu við BBC.