Kári Reynheim til B36

Fótbóltslegendan hevur fingið starv sum venjari í høvuðsstaðarfelagnum.

Føroyska fótbóltslegendan, Kári Reynheim, skiftir til B36. Tað boðar høvuðsstaðarfelagið frá á heimasíðu sínari í kvøld.


Uppgávan hjá Kára í B36 verður at vera venjari hjá næstbesta liðnum í felagnum. Liðið spælir í triðbestu deildini.


- Høvuðssetningurin verður her at menna ungar spælarar, so hesir eru til reiðar at taka við framtíðar avbjóðingunum, sum B36 støðugt roynir at bjóða okkara bestu spælarum, og eingin ivi er um, at Kári er ein maður, sum veit, hvat krevst, um tú skalt røkka tindunum, skrivar B36 á heimasíðuni.


Kári Reynheim stóð í fjør á odda fyri besta liðnum hjá AB, sum megnaði at spæla seg upp í bestu deildina.