Kári Reynheim, NSÍ:
Steypakappingin: (taptu 2-4 ímóti KÍ)
- Eg eri ikki nøgdur við tapið og at lata fýra mál inn. Seinastu fimtan minuttirnar av fyrra hálvleiki vóru øgiliga góðir, men annars ikki. Vit eru í so slappir í seinna bóltinum - bóltunum, sum eingin eigur, sigur Kári stutt um dystin.
Landskappingin: (fýra stig eftir tríggjar dystir)
- Vit hava gjørt tað gott. Vit hava verið væl skipaðir. Liðini, vit hava spælt ímóti, hava ikki skapt nógv, tó at vit sjálvir hava verið óneyvir tá ið tað ræður um at skjóta mál. Í verjupartinum hevur riggað heilt væl í mun til spælið á hinari hálvuni, tó at vit síggja stóra framgongd, sigur Kári Reynheim.